IRF nevndarlimir tvífaldaðu sína egnu løn

Tá IRF hevði aðalfund í gjár snúði stórur partur av kjakinum seg um, at nevdarlimirnir av sínum eintingum hava hækkað sínar egnu lønir.

 

Lønin hjá nevndarformanninum er hækkað úŕ 4.137 krónum um mánaðin til 7.640 krónur um mánaðin. Samsýningin til næstformannin er hækkað úr 3.000 krónum um mánaðin til 5.500 krónur um mánaðin og hjá einstøku nevndarlimunum er samsýningin hækkað úr 2.000 krónum um mánaðin til 4.400 krónur um mánaðin.

 

Sambært Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóra í Runavíkar kommunu, so var einki argument fyri hesi lønarhækkan framført á fundinum.

 

– Tí mótmælti eg lønarvøkstrinum til nevndina við næstan 100 prosetum. Nevndin er farin niður í kassan av sínum eintingum uttan at spyrja eigaran og aðalfundin eftir, og umboðandi Runavíkar kommunu kravdi eg at fáa mómælið ført í fundarbókina, sigur Tórbjørn Jacobsen.

 

Sambært Tórbjørn Jacobsen var juridiska tulkingin á fundinum, at gingið er ikki ímóti viðtøkunum samsýningarvøkstrinum viðvíkjandi.