Iris Gold kemur aftur hendan vegin

Hon spældi á G! festivalinum í ár, og verður nú partur av HUN SOLO konsertini í Føroyum 30. september

Danska Iris Gold hevur røtur úr Jamaica, og tónleikur hennara stavar frá hip-hop umhvørvinum í Christiania í Keypmannahavn. Hon framførdi á stóra pallinum á G! festivalinum í ár, og nú kemur hon aftur hendan vegin.

 

Tað er Norðurlandahúsið, sum í dag kann avdúka tvey tey síðstu nøvnini til HUN SOLO konsertirnar, sum verða í Havn, Klaksvík og Miðvági í november.

 

- Orkufulla Iris Gold, sum fekk rættiligt kók í áskoðarafjøldina, tá hon spældi á G! Festival í summar, er onnur. Hin er kensluborna Gurli Octavia, sum við síni vøkru rødd hevur sungið seg inn í hjørtuni á dønum, skrivar Norðurlandahúsið.

 

HUN SOLO er ein verkætlan, har sangarinnur í danska kongaríkinum sláa seg saman og framføra ein eftir ein. Hini nøvnini, sum verða saman við Iris Gold og Gurli Octavia, verða Greta Svabo Bech, Kirstine Stubbe Teglbjærg og Nana Jacobi.

 

- Hvør tónleikari fer einsamøll á pallin, og áhoyrararnir kunnu vænta sær eitt heilt serligt kvøld, har tey sleppa at uppliva púra ymiskar, kular kvinnuligar tónleikarar og teirra tónleik heilt tætt, ljóðar tað frá Norðurlandahúsinum.

 

HUN SOLO er partur av PULS konsertrøðini, sum er eitt samstarv ímillum Norðurlandahúsið, Spaniastovu og Listastovuna. Næstu konsertirnar í røðini verða við grønlendsku Nive & the Deer Children ávikavist 29. september í Spaniastovu og 30. september í Norðurlandahúsinum. 

 

Lagið All I Really Know hjá donsku Iris Gold her.