Írskar poppstjørnur koma aftur til Føroya

Kendir poppsangarar úr Írlandi og føroyskar popphejtur fara at spæla til eksklusivt boyband-kvøld í høllini á Hálsi


Leygarkvøldið 25. mars verður eksklusivt boyband-kvøld í Høllini á Hálsi, har bæði útlendskir og føroyskir tónleikarar vera á pallinum.

Høvuðsnavn hetta kvøldið verður írski bólkurin Boyzlife, sum spælir kendar sangir hjá Boyzone og Westlife. Sangarar í bólkinum eru Keith Duffy úr Boyzone og Brian McFadden úr Westlife.

Boyzlife hevur havt eina langa røð av útseldum konsertum seinasta hálva árið, og teir halda fram við drúgvu konsertferðini í vár og summar. Boyzlife hevði framførslu á Summar Festivalinum í fjør, og tað var ein minnilig løta við tveimum sera væl uppløgdum sangarum. Brian McFadden var eisini í Føroyum og framførdi sum solistur á Summar Festivalinum í 2005, og ta ferðina gloymir hann ongantíð.

- Hóast tað eru liðin meira enn 10 ár síðani mína fyrstu konsert í Føroyum, verður hon ikki gloymd, og tónleikararnir, sum vóru við tá, tosa framvegis um ferðina. Hon var fantastisk og gav mær hug at vitja í Føroyum aftur. Eg verði altíð so væl móttikin av føroyingum, so eg gleði meg veruliga til at koma aftur at spæla, sigur Brian McFadden.

Føroyskir bólkar og tónleikarar verða eisini við hetta kvøldið. Nýggju popphetjurnar Danny & The Veetos fara at spæla sínar frálíku sangir, sum føroyingar av álvara hava tikið til sín. Kim Hansen hitar upp við góðum sangum, og Mirjam Pætursdóttir, sum er kend sum útvarpsvertur, verður DJ og fer at spæla heimsins størstu boyband-hitt.

Tað verður eitt eksklusivt og stórfingið boyband-kvøld við nógvum góðum popptónleiki og hugna.

Kyndil og Viva skipa fyri tiltakinum. Forsølan byrjar í SMS seinnapartin fríggjadagin.