fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 12°C

Vindur 8.6m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 12.02.2018 (21:40)

IS-leiðarin enn á livi

Abu Bakr al-Baghdadi loypti ótta á stóran part av heiminum, tá hann sum oddamaður fyri harðrenda yvirgangsfelagsskapin Islamski Staturin hertók stór landaøkir í Sýria og Irak, stovnaði ein islamskan stat, fekk hundraðtals av ungum vesturlendskum muslimum at leggjast aftrat felagsskapinum og eggjaði til fleiri stór yvirgangsálop á vesturlendskar stórbýir.


Nógv er tó broytt síðan teir sameindu av álvara løgdu uppí stríðið móti IS, og hevur felagsskapurin síðan mist nærum øll landaøkir, ið hann fyrr hevði ræðið yvir, meðan skarin av stuðlum er skjótt minkaður.


Samstundis sum IS sum felagsskapur er alsamt viknaður, hava tíðindi javnan borist um heilsuna hjá leiðaranum Abu Bakr al-Baghdadi. Nakrar keldur siga hann er deyður, aðrar at hann livur og hevur tað gott, meðan tað javnan verður ført fram, at hann er løstaður í onkrum álopi, men enn er á lívi.


Júst tann síðsta søgan er aftur vorðin aktuel. Hesaferð er tað leiðarin fyri irakska fregnartænastuna, Abu Ali al-Basri, ið við blaðið al-Sabah upplýsir, at leiðarin fyri IS er løstaður, men á lívi. Sambært leiðaranum fyri fregnartænastuni, so fær IS-leiðarin viðgerð á einum sjúkrahúsi í Sýria, eftir at hann bleiv løstaður í einum loftálopi. Tað skrivar Berlingske. 


- Vit hava álítandi upplýsingar og skjøl frá keldum í yvirgangsfelagsskapinum, ið vísa at al-Baghdadi enn er á lívi. Við hjálp frá sameindum goymir hann seg, sigur Abu Ali al-Basri við blaðið, og leggur aftrat.


- Hansara heilsustøða er vánalig, og hann hevur sálarligar trupulleikar. Hann fær innlagdur á einum sjúkrahúsi í Sýria. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her