Ísland vann stórsigur á Luksemborg í okkara undankappingarbólki

Ísland er nú nummar tvey í EM-undankappingarbólki 7 við tveimum stigum fleiri enn Føroyar

Ísland er aftur nummar tvey í EM-undankappingarbólkinum hjá Føroyum.

 

Íslendsku kvinnurnar vunnu stórsigur 31-15 á Luksemborg á útivølli. Í steðginum var Ísland á odda 15-5.

 

Þórey Rósa Stefánsdóttir var toppskjútti hjá Íslandi við sjey málum. Næstbesti skjúttin var Elín Rósa Magnúsdóttir við fýra málum. Andrea Jacobsen, ið er av føroyskari ætt skoraði eitt mál.

 

Føroyar og Svøríki spæla í høllini á Hálsi nú. Í løtuni er Svøríki fremst við átta málum, Ísland er nummar tvey við seks stigum, Føroyar hava fýra stig á triðja plássinum, og Luksemborg er aftast við ongum stigi.

 

Ísland og Føroyar spæla í Hafnarfirði komandi sunnudag klokkan 17.