Leita á in.fo

Sólvit Nolsø 17.06.2017 (18:28)

Íslendingar hátíðarhalda tjóðardag í dag

Í dag, 17. juni, er íslendskur tjóðardagur. Dagurin verður hildin til minnis um, at í 1944 valdi íslendska fólkið at loysa frá Danmark. Tískil hátíðarhalda íslendinga 73 ár sum sjálvstøðug tjóð.

 

Tað var í mai í 1944, at íslendingar fóru val, annahvørt at velja at verða verandi saman við Danmark, ella at gerast ein tjóð. 95% av fólkinum valdi at seta á stovn íslendska statin. Ein góðan mánaða seinni, 17. Juni, gjørdist Íslands sjálvstøðugt og valdi Sveinn Bjørnsson sum sín fyrsta forseta. Hann sat inntil 1952. Eftir hann komu:

 

Ásgeir Ásgeirsson, 1952-1968.

Kristján Eldjárn, 1968-1980

Vigdís Finnbogadóttir, 1980-1996

Ólafur Ragnar Grímsson, 1996-2016

Guðni Thorlacius Jóhannesson, 2016-