Ísrael fer inn í Rafah - við ella uttan vápnahvíld

- Vit fara inn í Rafah at beina fyri Hamas, sjálvt um ein avtala um vápnahvíl ella avtala um útflýggjan av gíslum verður veruleiki, sigur Benjamin Netanyahu.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at ísraelski herurin fer inn í býin Rafah - við ella uttan vápnahvíld.

 

Tað veit tíðindastovan Reuters at siga í dag.

 

Rafah er býurin har suðuri í Gazageiranum, nærindis markinum til Egyptaland. 

 

- Tað er ikki ein møguleiki at gevast við krígnum - uttan, at okkara mál við krígnum eru rokkin, sigur Benjamin Netanyahu.

 

Ísraelski forsætisráðharrin hevur fleiri ferðir sagt, at Hamas skal jarðleggjast.

 

- Vit fara inn í Rafah at beina fyri Hamas, sjálvt um ein avtala um vápnahvíl ella avtala um útflýggjan av gíslum verður veruleiki, sigur Benjamin Netanyahu sambært Reuters.

 

Lagt verður aftrat, at Hamas hevur fingið eitt uppskot um vápnahvíld í 40 dagar, um Hamas letur allar gíslarnar leysar.

 

Fleiri lond hava ávarað Ísrael um at fara inn í býin við vápnamegi, tí ein rúgva av fólk eru her, sum eru flýdd undan ísraelskum álopum aðrastaðni í Gazageiranum.