Leita á in.fo

Barbara Holm 29.11.2017 (15:37)

Ivan Niclasen - vend nú kanónini rætta vegin

Eg ivist í, um Ivan Niclasen er greiðir yvir, hvat tað er hann sigur í sínum ákærum. Lat okkum taka hypotesuna hjá Ivani fyri fult. So er støðan tann, at journalistar ikki mugu endurgeva úr skjølum av hesum slagi. Tvs skjøl, har tyngjandi atfinningar fara frá viðkomandi fólki til ein hægri instans - sama um vit rópa tað klagur, kærur, kunning, notat ella okkurt heilt annað. 

 

 

So merkir tað væl:

 

 

• At man ikki má endurgeva úr klagum til Landsstýrismálanevndina, uttan at man tryggjar sær, at punktini í klaguni eru røtt, t.v.s. kærarin fær viðhald. 

• At man ikki má endurgeva úr klagum til Løgtingsins umboðsmann, uttan at man tryggjar sær, at klagan er røtt, t.v.s. kærarin fær viðhald. 

• At man ikki má endurgeva úr klaguni frá lærarum á Glasi til Mentamálaráðið um stjóran, uttan at man kannar, um hvørt punktið sær nú er rætt, t.v.s. kærarin fær viðhald. 

• Og í hesum førinum, at man ikki má endurgeva úr kritiskum skjali til Kringvarpsstýrið uttan at tryggja sær, at avsendarin hevur rætt í øllum klagupunktunum. 

 

 

Hetta er annars nakað, sum Kringvarpið ger vikuliga. So antin tekur Ivan munnin ov fullan við at leggja okkum undir villleiðing, ella er sakin tann, at Ivan Niclasen heldur, at tað er ein serstøða fyri Kringvarpið, tí hann hevur so lítið álit á sínum kollegum, at hann kennir seg noyddan at greiða Føroya fólki frá, at her mást tú fyri Guds skyld ikki endurgeva úr nøkrum, sum kemur higani.

 

 

Teamið í Sosialinum er grundað á, at klagur eru sendar frá starvsfólki í Kringvarpinum til stýrisformannin uttan um stjóran. Hetta er í sær sjálvum ein týðandi hending, sum vit velja at umrøða. Fyri at gera okkara lesarar klókari upp á, hvat stríðið snýr seg um, endurgeva vit úr klagunum. Vit eru væl vitandi um, at hetta er ein partsfrágreiðing, og tí geva vit eisini hinum pørtunum møguleikan at svara fyri seg. Vit taka ikki endaliga støðu til innihaldið í klagunum, men greiða frá at tær finnast, og siga, hvat tær snúgva seg um. Journalistiskt er hetta púra ófrávíkiligt nóg tung dokumentatión fyri tí, sum vit endurgóvu í seinasta VikuskiftisSosiali.

 

 

Er misálitið á egnum journalistum so stórt?

Men seinastu dagarnar hava Ivan Niclasen og Rúni Heinesen roynt at tveitt ruðuleikan í Kringvarpinum yvir á Sosialin. Argumentatiónin hjá Ivani er fylgjandi. 

 

1.  Sosialurin og Føroya fólk kunnu ikki taka skjøl úr Kringvarpinum í nóg stórum álvara til at man kann endurgeva úr teimum, eins og man ger úr øðrum slíkum skjølum.

 

 

 

So má eg seta spurningin niðan í Sortudíki aftur. Er tað soleiðis redaktørurin sær trúvirðið hjá sínum egna stovni? Og dugir Ivan Niclasen ikki at síggja, at um hann er ósamdur í skjølunum, so er tað avsendarin av skjølunum, sum villleiðir og ikki Sosialurin? Ella hevði Ivan Niclasen kunna livað við ákærum um villleiðing, um til dømis lærarar á Glasi løgdu Kringvarpið undir at villleiða, tí okkurt í skjølunum, sum onnur hava skrivað og Kringvarpið hevði endurgivið, ikki upplivdist soleiðis av øllum pørtum?

 

 

Sjálvandi kann endurgevast úr slíkum skrivum við tí neyðuga fyrivarni, at talan er um atfinningar frá einum parti í málinum, og at aðrir partar fáa høvi at gera viðmerkingar. Leiðarin hjá Ivani, stjórin hjá Ivani, stýrisformaðurin hjá Ivani, álitisfólk á stovninum og starvsfelagar hjá Ivani hava havt møguleika at svara, sum leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið siga. Nú Ivan ikki er samdur kundi hann umhugsað at tikið upp við tey, heldur enn við Sosialin. 

 

Í skrivinum til stýrisformannin verður millum annað ein hending umrødd, tá ið stjórin á Taks varð boðin í sjónvarpið. Ivan Niclasen er ósamdur í frágreiðingini um, hvussu hetta fór fram, og tað er í lagi. Ivan var sjálvur partur av hesari hending og hevur sína frágreiðing um hana. Tað broytir tó ikki upp á veruleikan, at skriv eru send kringvarpsstýrinum uttan um stjóran, tí misnøgdin er so stór, og at vit kunnu umrøða hesi skriv.

 

At Ivan tó framhaldandi heldur fast í, at Sosialurin átti at hava kannað betur, um tað nú passaði, sum stóð í skjølum frá Kringvarpinum til stýrið er beinleiðis óskiljandi. At Ivan Nicalsen ikki kann fyrihalda seg til, at skjølini í málinum eru nóg mikið av dokumentatión til at skriva umrødda tema, kann benda á, at hann í royndini at tveita bóltin yvir á Sosialin í veruleikanum rakar beint í høvdið á sínum egnum starvsfelagum. 

 

Um so er, at Ivan Niclasen hevur so lítið av áliti á egnu starvsfelagaðar, so má Ivan Niclasen verða so mikið at sær komin, at hann kann siga tað. 

 

At enda kann eg siga, at vit kunnu diskutera, um vit kunnu kalla skjølini kærur, klagur, notat, kunnandi skriv ella annað. Sosialurin hevur ikki kallað skjølini kærur, men valdi orðið »klagur« og orðingina »at klaga«, sum vit halda dekkar út yvir, at notatini til stýrisformannin innihalda lemjandi kritikk av nýggja kringvarpsstjóranum. »At klaga« hevur týdningin »at gera vart við sína misnøgd«, og tað er hendan týdningin, vit leggja í orðið »klaga« og orðingina »at klaga«.

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her