”Jól í svingi” í Sjónvarpinum

Mánadagin 1. desember fer SvF at senda fyrsta part av jólakalendaranum, sum kemur at seta sín dám á løtuna undan Degi & Viku fram til jólar. 16 børn og 26 vaksin eiga røddirnar í søgunum, sum verða at hoyra hvørt kvøld fram til jóla

Jólakalendari

 

Í morgun avdúkaði SvF jólakalendaran, sum fer at verða sendur hvørt kvøld klokkan 18.25 í jólamánaðinum – ella beint áðrenn Dagur & Vika verður send.

Tað eru Páll Danielsen og Súsanna Tórgarð, sum hava leikstjórnað ”Jól í svingi” og hava vegleitt teimum mongu børnunum og vaksnum, sum leggja røddir til kalendaran í ár.

Á tíðindafundi í morgun, har bæði børn og vaksin, sum eiga røddir í ymisku søgunum og filmunum vóru til steðar, segði Páll, at ”Jól í svingi” er ein stór norsk verkætlan, sum NRK hevur gjørt í samstarvi við DR.

- Hetta eru norskir spælifilmar, sum venda sær til alla familjuna. Hyggjarar og lurtarar fáa soleiðis eina viðkomandi søgu um dagin, segði hann.

 

Nógvar røddir

Páll vísti á, at tilsamans 16 børn og 26 vaksin leggja røddir til sendingarnar.

- Tað eru 72 persónar sum tosa í filmunum, har fleiri enn 88 eru við.

Leikstjórin segði, at filmirnir eru týddir til føroyskt, og føroyskar røddir eru til alt, sum sagt verður í ”Jól í svingi”.

Súsanna Tórgarð, sum saman við Pálli hava leikstjórnað, sigur, at tey, sum eiga røddirnar, hava havt høvi at lisið leikritið við hús og hava soleiðis gjørt sítt heimaarbeiði, áðrenn tey eru komin í studio SvF at lesa røddirnar inn.

- Børn og vaksin hava verið rættiliga ófør og dugnalig. Tey hava fyrireikað seg væl heima við hús, har tey eisini hava havt filmirnar at halda seg til og ta tøkni, sum hoyrir til hetta arbeiði.

 

Flestu óroynd

Súsanna vísir á, at røddirnar skulu passa til tær á filmunum, bæði í tíð og stemningi.

- Flestu, sum við eru, hava ikki roynt hetta áður, men eg má siga, at tey, sum við eru, hava verið ófør, sigur Súsanna Tórgarð.

Fyrsta sending av ”Jól í svingi” verður sum nevnt send mánakvøldið 1. desember klokkan 18.25.