Jacob Lindenskov farin

Fyrrverandi løgtingsmaðurin, landsstýrismaðurin og fólkatingsmaðurin andaðist í gjár

Í gjár, leygardagin 18. august 2018, andaðist Jacob Lindenskov í Havn. 10. juni fylti hann 85. Síðstu tíðina hevur hann búð á Boðanesheiminum.

Jacob Lindenskov var havnarmaður. Borgarliga starv hansara var innan tryggingarøkið, men mesta partin av arbeiðslívinum var hann politikari.

Longu í 1958, tá ið hann var 25 ára gamal, varð Jacob valdur á ting sum umboð fyri Suðurstreymoyar javnaðarfelag. Hann varð valdur á øllum valunum uttan einum fram til 1990, og 1992-1994 var hann eykalimur fyri Maritu Petersen. 1984-1987 var hann løgtingsformaður.

Í ellivu ár – frá 1969 og fram til 1979 – var Jacob Lindenskov landsstýrismaður. Tað vóru serliga stóru vælferðarøkini – almennamál og heilsumál – sum hann hevði við at gera í landsstýrinum. Eitt nú var tað í hansara tíð í landsstýrinum at grein tvey yvirtøkurnar av almennaøkinum vórðu framdar, og Almennastovan varð sett á stovn.

Í 1979 varð Jacob Lindenskov valdur í fólkatingið. Har sat hann fram til 1984, og 1987-1988 og 1990-1993 møtti hann sum eykamaður fyri Atla Dam, sum var løgmaður.

Jacob Lindenskov var losjumaður, Støt Viljen, og í ítrótti var tað fyrst og fremst hondbóltsfelagið Kyndil, sum stóð honum nær. Kyndil stavaði upprunaliga úr Losjuni.

Jacob Lindenskov var giftur Jónu fødd Jacobsen og ættað úr Fuglafirði. Tey búðu í Torfinsgøtu úti í Grønlandi og eiga trý børn – Elin, Birita og Eirikur.