Síðsti dystur í sjeynda umfari í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum er í kvøld við Margáir, har EB/Streymur hevur vitjan av KÍ.
Eftir fyrra hálvleik er KÍ á odda 1-0. Málið skoraði vongverjin í høgru Jóannes K. Danielsen, tá ið 35 minuttir vóru farnir. Tveir minuttir seinni varð KÍ liðformaðurin Jákup B. Andreasen borin av vøllinum. Hann sá út til at vera illa skaddur í fótinum. Dan í Soylu loysti KÍ liðformannin av.
Tað eru bara ein vika síðani, at Jákup B. Andreasen aftur var á KÍ liðnum, eftir at hann í fleiri mánaðir var uttanfyri, tí hann var skaddur í fótinum.