Jallurin smurdi hinar av

Tveir bátar úr høvuðsstaðnum vóru undan Erlu Kongsdóttir, sum í fjør vann FM

Í fjør var Erla Kongsdóttir FM vinnari í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum.

Fyrsti FM róðurin í hesi kappingini í ár gav ábending um, at tað verður størri kapping um FM ella rættari, at tað nú er ein nýggjur FM avbjóðari.

Jallurin hjá Róðrarfelagnum Knørrur sprakk avstað, og blái báturin spenti seg skjótt meiri enn eina bátslongd framum næstu avbjóðararnar. Tá ið Jallurin fór um málið vóru tað knappar tvær bátslongdir aftur til teir báðar næstu.

Drekin var leingi klárt nummar tvey, meðan tað gekk meiri striltið hjá Erlu Kongsdóttir at finna rætta lagið. So lagaði tað seg betri hjá teimum úr Fuglafirði, men tað eydnaðist teimum akkurát ikki at fáa fatur á Drekanum.

 

1. Jallurin 05.10.23

2. Drekin 05.15.05

3. Erla Kongsdóttir 05.16.11