Leita á in.fo

Danjal av Rana 12.03.2018 (13:10)

Jamie Carragher spýtti eftir Manchesterfjepparum

Fyrrverandi Liverpool-spælarin Jamie Carragher er komin í satt ódnarveður, aftan á at hava spýtt eftir einum bili, har ein Manchesterfjeppari og dóttir hansara koyrdu í. Tað er enska The Mirror, sum ber søguna.

 

Tað var eftir dystin leygardagin millum Manchester United og Liverpool, sum Manchester United vann 2-1, at Manchesterfjepparin argaði fyrrverandi Liverpool-leikaran.

 

Á upptøkum, sum pápin hevur gjørt, sæst hvussu Jamie Carragher fyllir munnin og síðani spýtir úr bili sínum eftir hinum bilinum.

 

Meðan pápin flennur, hoyrist dóttirin siga, at hann rakti hana. Pápin flennur víðari, meðan dóttirin biður pápan gevast við upptøkunum.

 

Jamie Carragher hevur síðani biðið um umbering fyri gerðina og hevur eisini ringt og tosað við mannin og dóttrina.

 

Verjuleikarin arbeiðir í dag sum viðmerkjari hjá SkySports og hjá Viasat. Viasat hevur longu boðað frá, at Jamie Carragher ikki verður nýttur sum viðmerkjari til Champions League-dystin millum Manchester United og Sevilla týsdagin, sum annars var ætlanin. SkySports hevur eisini boðað frá, at tey fara at tosa við Liverpool-stjørnuna um tilburðin.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her