Jann var eirindarleysur

Innskifti Jann Benjaminsen var dagsins maður, tá ið NSÍ við 3-0 sigri lyfti seg upp á fremstu rók, meðan ÍF framvegis er aftast

Fótbóltslagið er framúr gott í NSÍ leguni, meðan tað er minni gott í ÍF leguni. Í fyrsta dystinum í níggjunda umfari hevur NSÍ í dag vunnið 3-0 á heimavølli ímóti ÍF. Úrslitið ber við sær, at NSÍ nú er topplið – í hvussu so er inntil seint seinnapartin í morgin.

NSÍ hevur eins og KÍ 16 stig. Málmunurin hjá NSÍ er +9, og hjá KÍ, sum í morgin fær vitjan av HB, er málmunurin +6.

Hjá ÍF sær ikki so gott út. Úrtøkan úr fyrsta triðinginum av kappingini er seks stig, og ÍF er aftast.

 

Stóri maðurin við Løkin í dag var 20 ára gamli NSÍ miðvallarin Jann Benjaminsen. Eftir at hava verið skaðadarvaður í langa tíð, staðfesti hann í dag, at hann nú er komin seg heilt aftur. Hann varð skiftur inn fyri skadda Petur Knudsen, tá ið ein hálvur tími var farin. Lítla løtu undan steðginum setti Jann Benjaminsen hol á. Eftir steðgin økti hann til 2-0, og hann átti uppleggið, tá ið Klæmint A. Olsen skoraði til 3-0.

 

ÍF hevði risa møguleika at svara aftur, tá ið støðan tíðliga í seinna hálvleiki var 1-0. Tá bríkslaði dómarin fyri brotssparki til ÍF. Liðformaðurin Bogi Reinert Petersen royndi úr ellivu metrum. Bólturin fór framvið Símuni Rógva Hansen í NSÍ málinum, men hann brast í tvørtræið.

 

Fuglfirðingar royndu at vísa góðan hugburð, men tað var ikki nóg nógv bit í álopsspælinum. Tað kom illa við, at Dánjal á Lakjuni, sum í løtuni er fremsta álopsvápnið hjá teimum, noyddist skaddur av vøllinum. Heilt katastrofalt var tað, at fuglfirðingar í fleiri førum vóru óneyvir í uppspælinum. Tá sektaði NSÍ eirindarleyst. Kanska var munurin  í løtum ikki so øgiliga eyðsýndur, men tølini tala fyri seg.

 

NSÍ-ÍF 3-0 (1-0)

1-0: Jann Benjaminsen

2-0: Jann Benjaminsen

3-0: Klæmint A. Olsen

Dómari: Alex Troleis

NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Tobias V. Olesen, Per Langgaard, Jan Ó. Ellingsgaard, Einar Tróndargjógv - Karl Løkin, Betuel Hansen - Árni Frederiksberg, Pól Jóhannus Justinussen, Petur Knudsen - Klæmint A. Olsen

ÍF: Henrik Lindhardt Jensen - Dánjal Pauli Højgaard, Jákup Andreas Gaardbo, Ndende, Sámal Jákup Joensen - Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen - Andy Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen, Ari Ó. Ellingsgaard - Dánjal á Lakjuni

 

---

Fyrsti dysturin í níggjunda umfari í Effo-deildini er nú klokkan 15.

Tað er NSÍ, sum eigur heimavøll ímóti ÍF.

Tað ber til at fylgja gongdini her

 

http://www.in.fo/matches/?tx_iklivescores_match