Leita á in.fo

mynd: Elmar Reinert Fjallheim

Jóannes Hansen 11.02.2018 (20:20)

Janus og Luitjen eru millum teir bestu í Norðurlondum

Eftir at hava sitið boygdir yvir talvborðunum seinastu tríggjar dagarnar eru ungu føroysku telvararnir, sum síðani fríggjadagin hava luttikið í NM kapping fyri unglingar og børn, á veg til hús aftur.

 

Tvey umfør vóru fríggjadagin, tvey leygardagin og aftur í dag vóru tvey umfør á skránni.

 

Bestu úrslitini millum føroyingarnar rukku Janus Skaale og Luitjen Akselsson Apol.

Janus Skaale endaði á fjórða plássi við 3 ½ stigi í B-bólkinum, sum er U17. Tað er merkisvert, tí styrkistalið hjá honum var lægri, enn tað var hjá øllum hinum uttan tað var hjá øðrum finnlendinginum.

Styrkistalið hjá Janusi var 1772, meðan tað hjá øllum hinum uttan tveimum var omanfyri tvey túsund.

 

Luitjen Akselsson Apol endaði saman við trimum øðrum á triðja plássi. Úrtøkan var 3 ½ stig. Hetta var í bólki D, sum fevnir um U13.

Eftir tvey umfør var úrtøkan ½ stig, men so vann Luitjen trý av fýra teimum síðstu talvunum. Talan var harvið um ein rimmar endaspurt.

 

Tólv luttakarar vóru í hvørjum bólki. Tveir úr Íslandi, Føroyum, Noreg, Danmark, Svøríki og Finnlandi.

Venjari hjá føroysku telvarunum er okkara einasti stórmeistari Helgi Dam Ziska.

 

Føroysku luttakararnir:

Eli W. Finsson og Rani Eyðfinsson í Bø í A-bólkinum (U20).

Janus Skaale og Rógvi Mørkøre í B-bólkinum (U17).

Leif Reinert Fjallheim og Suni í Horni Nielsen í C-bólkinum (U15)

Luitjen Akselsson Apol og Jón í Horni Nielsen í D-bólkinum (U13)

Elias Petersen og Markus Jacobsen í E-bólkinum (U11).


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her