Japan fullger Shisa

Brot úr grein í HON blaðnum, sum kemur í tín postkassa í morgin. 

 

- Eg meldaði meg til eitt skeið, har eg sjálv skuldi læra at taka myndir. Men tað vísti seg, at skeiðshaldarin vildi gera eina myndatøku við mínum klæðum. Onkuntíð er man óheldigur, men hesaferð fekk eg veruliga nakað fantastiska stuttligt og dygdargott burturúr, sigur Sissal Kristiansen, sniðgevi, sum hitti víðagitnan myndamann, sum millum annað hevur tikið myndir av Yoko Ono.

 

 

Sissal Kristiansen hevur ein serstakan tokka til Japan. Í mong ár hevur japanska mentanin hugtikið hana og tað var orsøk til, at hon herfyri fór alla leiðina til Japans at læra um mystisku mentanina.

Á langa túrinum vildi hon tó ikki bara sita fyri einki og ganga og mala í býnum. Tí valdi hon at fylgja einum øðrum dreymi samstundis – at melda seg til eitt skeið, har hon skuldi læra at taka myndir.

Tá hon meldaði seg til skeiðið fekk hon samband við fotografin Alfi, sum var skeiðshaldari. Hesin setti seg at hyggja eitt sindur nærri eftir, hvør hesin næmingur úr Føroyum var, og tá ið hann sá vørurnar, sum Sissal Kristiansen framleiðir undir navninum “Shisa Brand”, varð hann seldur.

 

 

- Hann bað meg taka nøkur Shisa pløgg við, so at vit kundu gera eina myndatøku. Eg helt bara, at eg sjálv skuldi taka myndirnar, sigur Sissal Kristiansen.