Japanskt ómannað rúmdarfar lent á fjarari gongustjørnu

Eitt japanskt rúmdarkanningarfar skal kanna eina fjartliggjandi smágongustjørnu fyri at finna upplýsingar um uppruna jarðarinnar

Japanska rúmdarfarið Hayabusa2 skal vera lent í øllum góðum á smágongustjørnuni Ryugu.

 

Tað upplýsir japanska rúmdarumboðið, Jaxa, skrivar tíðindastovan AFP.

 

– Vit kunnu vátta samskiftið við rúmdarfarið, eftir at tað er lent, og tað sær út sum um at lendingin fór fram í øllum góðum, sigur Chisato Ikuta, sum er talskvinna fyri Jaxa.

 

– Men vit skulu kanna dátur, sum vit móttaka stig fyri stig, áðrenn vit endaliga kunnu vátta lendingina.

 

Lendingin var seinkað í fleiri mánaðir, tá tað hevur víst seg at vera truplari enn sum so at lenda á ráu skorpuni á gongustjørnini.

 

Eftir ætlan skal rúmdarfarið skjóta eitt projektil inn í yvirflatuna á gongustjønuni, so at farið kann sava tilfar frá gongustjørnini og senda royndir aftur til Jørðina.

 

Granskarar vóna, at royndirnar kunnu geva upplýsingar um upprunan hjá Jørðini og sólskipanini. Tey rokna eisini við, at royndirnar kunnu svara grundleggjandi spurningum um, hvussu lív birtist á Jørðini.

 

Hildið verður, at smágongustjørnan inniheldur lutvíst stórar nøgdir av organiskum evnum og vatni, sum kann vera upp ímóti 4,6 millardir ár gamalt.

 

Gongustjørnan er 340 milliónir kilometrar frá Jørðini, skrivar tíðindastovan dpa.

 

Hayabusa2 varð send úr Japan í desember í 2014 og náddi í juni í fjør fram til økið kring gongustjørnina. Eftir ætlan skuldi hon verið lend á gongustjønuni longu í oktober í 2018.

 

Rúmdarfarið væntast at venda aftur til Jørðina við royndunum síðst í 2020.

 

/ritzau/