Leita á in.fo

Fólk í Nuugaatsiaq eru i nátt flutt burtur úr bygdini (Mynd: Sermitsiaq)

Eyðun Klakstein 18.06.2017 (10:13)

Jarðskjálvti og vatnflóð í Grønlandi

Ein jarðskjálvti rakti í gjárkvøldið vestara part av Grønlandi. Miðdepilin fyri skjálvtan, sum var máldur til 4,0 í styrki, var 30 kilometrar norðan fyri bygdina Nuugaatsiaq.


Jarðskjálvtin hevði við sær vatnflóð í Nuugaatsiaq og stórar aldur í Uummannaq og Illorsuit. Myndugleikarnir siga, at jarðskjálvtin er orsøk til vatnflóðina.

Sløk hundrað fólk búgva í Nuugaatsiaq, og tey vórðu í nátt flutt burtur úr býnum – í stóran mun til Uummannaq, har tað búgva umleið 1200 fólk.

Løgreglan boðar frá, at tað er vanda fyri onkrum minni eftirskjálvta, og fólk í økinum verða biðin um at halda seg burtur frá strandaøki komandi tímarnar.

Enn er ikki greitt, hvussu stóran skaða jarðskjálvtin og vatnflóðin hava gjørt.