Jarnbrúdleyp: Danjal og Aslaug gift í 70 ár

Í dag er stórur dagur hjá Aslaug og Danjal av Rana á Tvøroyri. Tí tey hava jarnbrúdleyp, hava verið gift í 70 ár

Í dag er stórur dagur hjá Aslaug og Danjal av Rana á Tvøroyri. Tí tey hava jarnbrúdleyp, hava verið gift í 70 ár

 

Aslaug av Rana kom sum ung úr Hvalba upp á Tvøroyri at arbeiða í handli. Har møtti hon unga Danjali, og tey giftust 19. februar í 1949.

 

Aslaug var fødd og vaks upp í Garðsenni í Hvalba. Hon var dóttir Magdalenu og Jenis. Um pápan, Jenis hjá Drikku, stendur í siglingarsøguni, hvussu hann, tá tað breyt í bæði borð millum danir og føroyingar, hvassoygdur vísti hástórum donskum offiserum, sum vóru próvdómarar á skiparaskúlanum, rætta pláss teirra.

 

Danjal sleit sínar barnaskógvar uppi á Rananum í Trongisvági. Hann var sonur Petru og Petur Karl. Petur Karl, sum starvaðist sum smiður, m. a. í kolavinnuni í Rangabotni, tók tungu tøkini saman við teimum, sum stillaðu seg undir lið teirra minni mentu.

 

Fólk eru vælkomin inn á gólvið á Ellisheiminum millum klokkan 14 og 17

 

Lesið eisini føðingardagsheilsana frá børnunum: Tey lærdu okkum at elska Frelsaran