Javnaðarflokkarnir í Evropa bløða

Donsk javnaðarfólk satsa uppá, at ein strangur útlendingapolitikkur kann vera við til at flokkurin skal vinnna næsta fólkatingsval

Donsk javnaðarfólk satsa uppá, at ein strangur útlendingapolitikkur kann vera við til at flokkurin skal vinnna næsta fólkatingsval.

 

Soleiðis siga tey dagin eftir norska valið. Floksins norska systir, Arbeiderpartiet, megnaði óvæntað ikki at fella borgarligu stjórnina í Noreg.

 

Og harvið má enn ein javnaðarflokkur í Evropa notera sær eitt tap.

 

Politiski leiðarin í danska Javnaðarflokkinum, Nicolai Wammen, sigur við Ritzau, at hann respekterar avgerðina hjá norsku veljarunum. Hann hevur ongar ætlanir um at royna at greina orsøkirnar til valúrslitið.

 

Men hann sigur soleiðis alment um støðuna hjá javnaðarflokkum í Evropa:

 

– Tað hevur í øllum førum verið trupult hjá javnaðarflokkum at sláa ígjøgnum í fleiri londum. Um vit bara tosa alment, so haldi eg, at útlendingarspurningurin hevur havt ein stóran leiklut.

 

– Vit hava í Danmark valt at vera opin og beinleiðis um tær avbjóingar, sum eru við útlendingum. Herundir eisini at talið merkir nakað. Tað er ikki sama myndin, vit hava sæð hjá øðrum javnaðarflokkum í Evropa.

 

– Teir hava í ov stóran mun latið staðið til og ikki vilja viðgingið, at hetta er ein samfelagstrupulleiki, sum nógv fólk hava áhuga fyri.

 

Og Ritzau spyr Nicolai Wammen:

– Arbeiðaraflokkurin sá út til at vera frammanfyri í meingakanningum, eins og tit leingi hava verið í Danmark. Fær tað tykkum at óttast, at tit kunnu missa føringina?

 

– Vit taka einki fyri givið, sigur Nicolai Wammen.

 

– Vit rokna við, at næsta fólkatingsval verður javnt, sigur hann.

 

Arbeiðaraflokkurin stóð fyri fáum mánaðum síðani til stóran valsigur. Men flokkurin endaði við at missa 3,4 prosentstig. Flokkurin er tó enn størsti flokkurin í Noreg við 27,4 prosentum ímóti Høyre, sum fekk 25,1 prosent.

 

2017 er eitt stórt valár í Evropa. Men fyribils hava javnaðarflokkarnir ikki hava nakað at hátíðarhalda. Á hollendska valinum í mars misti Javnaðarflokkurin 19 prosentstig.

 

Í Frankaríki var afturgongdin søguliga stór hjá Sosialistaflokkinum, sum ikki ein gong náddi til annað valumfarið á forsetavalinum – og sum misti eini 90 prosent av tingsessunum á tjóðartingsvalinum.

 

Og í Stórabretlandi eydnaðist tað ikki Labour við Jeremy Corbyn at vinna konservativu Theresu May.

 

Javnaðarflokkurin í Danmark liggur á 26,6 prosentum av atkvøðunum sambært Ritzau Index, sum er vektað miðal av seks teimum seinastu meiningakanningunum. Tað ger flokkin til greitt størsta flokk í Danmark.

 

Men saman við stuðulsflokkunum er sera javnt millum tey reyðu og tey bláu í Danmark.

 

Tað er tí langt frá vist, at Javnaðarflokkurin kann taka yvir stjórnarvaldið, sjálvt um kanningarnar halda sær til næsta fólkatingsval.

 

/ritzau/