Javnstøða er millum kynini á vallistunum í Havn

Hevði talan verið um at manna almennar nevndir, so hevði tað verið í lagi við uppstillingini hjá teimum fimm flokkunum, sum stilla upp til býráðsvalið í Havn.

 

Valevnini eru 73 í tali, 33 kvinnur og 40 menn. Tað vísir eitt lutfall upp á 45% kvinnur og 55% menn. Almennu reglurnar, tá almennar nevndir og ráð skulu mannast er, at býtið ikki fer út um 40/60.

 

Hyggja vit eftir einstøku flokkunum, so stendur væl til hjá teimum fýra flokkunum, Javnaðarflokkinu, Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkinum. Sambandsflokkurin er tann einasti, sum ikki livir upp til 40/60-regluna.

 

Tað skal viðmerkjast, at tað er einki krav um javnstøðu á uppstillingarlistum!

 

Býtið millum kynini hjá einstøku flokkunum er soleiðis:

 

Fólkaflokkurin:

6 kvinnur 40%

9 menn 60%

 

Sambandsflokkurin:

3 kvinnur 25%

9 menn 75%

 

Javnaðarflokkurin:

8 kvinnur 50%

8 menn 50%

 

Tjóðveldi

8 kvinnur 47%

9 menn 53%

 

Framsókn

7 kvinnur 58%

5 menn 42%

 

Framsókn er einasti flokkur, ið stillar upp fleiri kvinnur enn menn.

 

Á uttanflokkalista er eitt valevni, Anna Margreta Otthamar.

 

Hóast samlaða býtið millum kvinnur og menn á valevnislistunum er rættiliga javnt, so er býtið av kvinnum og monnum, sum vórðu vald í býráðið seinast eitt sindur javnari. Tá vórðu valdar 6 kvinnur og 7 menn. Tað eru 46% kvinnur og 54% menn.