Jazz-legenda farin

Jean ”Toots” Thielemans andaðist í vikuni, 94 ára gamal.

Toots varð hann oftast róptur, ella Toots Thielemans. Hann var heimskendur munnhørpuleikari og ein legenda í jazzheiminum. Mánadagin bórust tíðindini um, at hann var deyður, 94 ára gamal. Sjúka hevði gjørt um seg eina tíð.

Í 70 ár hevði hann eina yrkisleið innan tónleikin, og leikti hann við teimum stóru tónleikarunum.

Hann sá dagsins ljós í arbeiðarabýarpartinum Marolles í Bruxelles í 1922. Gjøgnumbrotið kom í 1950, tá hann ferðaðist við Benny Goodman í Europa, og seinni eisini í USA, har hann var á palli við eittnú Charlie Parker og Ellu Fitzgerald.

Hann var virkin tónleikari til sín 90 ára dag, tá hann hevði konsert í Bruxelles, fyri síðani at byrja eina síðstu heimsferð. Tó mátti hann steðga ferðini í 2014 vegna heilsubrek.

Falla navn hansara var Jean-Baptiste Frederic Isidore Thielemans .