fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 5.5m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 09.09.2018 (08:03)

Jazzur úr París í Norðragøtu

Í dag verður konsert í nýggja býráðshúsinum í Norðragøtu. Tað er ein jazztrio, ið kallar seg Michael Felberbaum 3Elements , sum fer at spæla og tað serliga við teimum er, at samansetingin avljóðførum er nokk so serlig við gittari, saksofon og klaveri.

 

– Tað er ein trialogur ímillum tríggjar gávuríkar og royndar tónleikararnar, sum skara framúr í rútmu og improvisatión, sigur franski konsulin í Føroyum, Hanna Jensen, sum hevur fingið konsertina í lag.

 

Teir spæla løg eftir Michael Felberbaum, men teir spæla eisini nýggjar popsangir. Konsertin er í býráðshúsinum í Norðragøtu í dag klokkan 17 og hon er ókeypis.

 

Trýst á pílin á myndini og fá eina smakkiroynd av Michael Felberbaum 3Elements


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her