Jenis finst at Kringvarpinum

Í kvøld hevur Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sent miðlunum eitt lesarabræv, har hann finst at Kringvarpinum. Ítøkiliga er tingmaðurin ónøgdur við, hvussu Kringvarpið hevur handfarið úrslitið av kanningunum, sum vórðu gjørdar í sambandi við Gud Signi Føroyar sendingina, sum varð sendi hóskvøldið.

– At kringvarpsfólk skulu gerast firtin og í øðini inn á tær kanningar, sum gjørdar eru í sambandi við sendingarnar, tað krevur bæði eina og fleiri frágreiðingar, fyrrenn ikki frá stjóranum.

– Ein stórur partur av føroyingum trúgva, at Gud hevur skapt heimin, tað vísa hesar kanningar m.a. Fantastiskt og sjálvsagt í einum sokallaðum kristnum landi, øll burdu havt orsøk at gleðst um tað! 

– Men tíverri tykist gleðin hjá summum kringvapsfólkum vend í vreiði vegna hendan gleðiliga veruleika.

 

– Hvør í verðini man orsøkin vera til tað, spyr Jenis av Rana. 

 

Tú kanst lesa alt lesarabrævið við at trýsta her.