Jenis og Bill inn – Bjarni og Kristin út

Í kvøld verða samráðingar um at skipa nýggja landsstýrissamgongu, har tveir javnaðarmenn verða koyrdir út og tveir miðfloksmenn bodnir inn í staðin

Í kvøld verða samráðingar um at skipa nýggja landsstýrissamgongu, har tveir javnaðarmenn verða koyrdir út og tveir miðfloksmenn bodnir inn í staðin.

 

Tað segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, við útvarpið í kvøld. Hann segði, at hetta er fimti fundur, sum Miðflokkurin hevur við landsstýrissamgonguna – og at nú eru tey komin hartil, at tey skulu finna út av, um tað verður egg ella ungi.

 

– Vit fara at biða um at koma burtur úr hesini støðuni, har øll bara forstanda hvønn annan – til at fáa alt niður á pappír, segði Jenis av Rana.

 

Hann segði eisini, at Miðflokkurin hevur fyrigivið samgonguni, at tey loyvdu samkyndum at giftast, men at tað ikki er eitt krav, at lógin verður broytt aftur.

 

– Tað nyttar einki at vera fornermaður. Vit eru hørm og ill um tað, sum var gjørt, og vit vilja gera alt fyri at gera einar betri Føroyar, og vit vilja rætta upp á tað, sum er gjørt skeivt, sigur Jenis av Rana og vísir til tað, sum Miðflokkurin kallar tey primeru málini.

 

Tað eru tey andaligu, etisku og moralsku málini. Jenis av Rana sigur, at tey sum stóðu aftan fyri at broyta hjúnabandslógina hava so nógv annað, sum tey eisini vilja broyta, og hesum vil Miðflokkurin steðga.

 

Jenis av Rana leggur dent á, at Miðflokkurin er ikki farin at bjarga samgonguni. Hann er farin í samráðingar um at skipa nýggja samgongu, har teir báðir tingmenninir hjá Miðflokkinum verða 16. og 17. atkvøðan í samgonguni.

 

Tað merkir, at Kristin Michelsen og Bjarni Hammer verða settir uttan fyri samgonguna – ella í øllum førum ikki telja við í parlamentariska grundarlagnum hjá samgonguni.

 

– LGBT samgongan fer í søguna, og ein nýggj samgonga verður skipað, segði Jenis av Rana.