fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 12.11.2017 (23:40)

Jenis: Vilja spreingja sitandi LGBT samgongu

Miðflokkurin hevur handað løgmanni eitt skriv við 18 punktum, har summi teirra eru ófrávíkilig krøv, um Miðflokkurin skal stuðla samgonguni í fiskivinnunýskipanini. Har ímillum er, at Miðflokkurin vil gera nýtt samgonguskjal, vil hava fíggjarnevndarformannin og vil hava ein landsstýrissess, veit kvf.fo at siga. Orsøkin til, at spurningurin um, hvat skal til fyri at fáa atkvøðurnar hjá Miðflokkinum til fiskvinnunýskipanina, nú er reistur er, at Javnaðarflokkurin ikki megnar at levera allar 7 atkvøðurnar í flokkinum til nýskipanina, tí Kristin Michelsen og Bjarni Hammer sum skilst eru farnir burtur frá skrivligu avtaluni í samgonguni. 

 

 

Les eisini: Samgonguleiðararnir fundast í dag um støðuna 

 

 

Jørgen Niclasen segði við Kringvarpið í gjár, at hann trúði lítið upp á, at Miðflokkurin fór at stuðla LGBT samgonguni, sum hann málbar seg. Og í gjárkvøldið skrivaði Jenis av Rana í einum kjaktrái á Facebook um júst hetta. 

 

 

 

- Tykkum nýtst ikki at óttast at so verður. Tí Miðflokkurin fer aldrin at stuðla veranda samgongu, tvørturímóti. Fara vit í samgongu, so er tað fyri at spreingja verandi LGBT stýrdu samgongu og skapa eina nýggja, uttan LGBT. Tað má ikki henda, at tey sleppa at stýra samgonguni og harvið føroyska samfelagnum í 2 ár afturat. Tað er tí vit stríðast ímóti, eisini í dag. Ein sameindur Miðflokkur sær stríðið móti LGBT samgonguni at verða altavgerandi, skrivar Jenis av Rana millum annað á Facebook. 

 

 

 Les eisini: Aksel megnar ikki at levera avtalaðu atkvøðurnar til fiskivinnunýskipanina


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her