Jensa og Víkingur góða byrjan

Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi var sunnudagin kosin besti spælari í fremstu deildini hjá kvinnum í mars og apríl mánað, skrivar Fótbóltssambandið

Jensa Tórolvsdóttir saman við pápanum, Tórolvi Jacobsen - Mynd: Hans Erik Danielsen

Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi var sunnudagin kosin besti spælari í fremstu deildini hjá kvinnum í mars og apríl mánað, skrivar Fótbóltssambandið. Góða gongdin hjá ljósabláu Víkingunum í Betrideildini hjá kvinnum, sást eisini aftur í atkvøðugreiðsluni, tá besti spælari í mars og apríl mánað skuldi veljast.

 

Tá talt var saman, hevði Jensa Tórolvsdóttir úr Víkingi fingið flestar atkvøður. Næst henni vóru Heidi Sevdal úr NSÍ, og Durita Hummeland úr KÍ. Aðrar, ið eisini fingu fitt av atkvøðum hesaferð, vóru Brá Zakariasardóttir úr B36, Helga Mikkelsen úr NSÍ, og Rakul Sørensen úr Víkingi.

 

– Hetta var ein góður heiður at fáa. Men nú ræður eisini um at byggja víðari á góðu gongdina, ið vit hava fingið. Vit vita, at hini liðini eru sterk, og tað er enn langur vegur eftir á mál, sigur Jensa Tórolvsdóttir, ið higartil í ár hevur skorað níggju mál í Betrideildini.

 

Tað eru venjarar hjá liðunum í fremstu deildini hjá kvinnum, sum atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað, ið verður stuðlað av Hotel Brandan og Betri.

 

Eftir umfarið um vikuskiftið, sum var tað fimta í røðini, er Víkingur fremst við 13 stigum, ájavnt við KÍ, ið er nummar 2. NSÍ er á 3. plássi við 12 stigum, og síðani koma HB og B36 við 9 og 6 stigum. Á sætta plássi er FC Hoyvík, Skála er nummar 7, meðan TB/FCS/Royn er nummar 8.

 

Jensa Tórolvsdóttir saman við pápanum, Tórolvi Jacobsen - Mynd: Hans Erik Danielsen