fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 12.9m/s

Leita á in.fo

Barbara Holm 13.11.2017 (13:10)

Jesus sum superhetja í Havn

Tey, sum hava koyrt framvið City Church seinastu dagarnar hava kanska borið eyga við, at á húsasíðuni er ein øðrvísi mynd av Jesusi. Tí saman við Jesusi sita eingin minni enn Hulk, Spiderman, Thor og Ironman og Jesus sigur við teir "Og soleiðis bjargaði eg heiminum". 

 

 

Hjørdis Háberg Petersen, pastorur í City Church sigur við in.fo í dag, at temaði hjá City Church í ár er "super hetjur". 

 

 

- Jesus er okkara sanna superhetja. Jólaveitslan, sum City Kids standa fyri, verður 3. desember, og tá verður ein leikur við sama tema framførdur, sigur Hjørdis Háberg Petersen og vísir á, at superhetjur er eitt tema, sum børnini skilja og kunnu fyrihalda seg til. 

 

 

- Vit byrjaðu at pynta síðsta leygardag og framyvir fara vit at pynta meira, og fleiri superhetjur verða at síggja inni í City Church, sigur Hjørdis Háberg Petersen í dag. 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her