Leita á in.fo

Hanus Hansen 03.07.2018 (12:05)

J.F.K.-samtakið hevur mist helvtina av yvirskotinum í 2017

J.F.K. samtakið, sum fevnir um J. F.K., Kósina og Næraberg, hevði í 2017 eitt samlað rakstrarúrslit upp á 25 mió. kr. eftir ein samlaðan skatt, sum varð 6 mió. kr.


Hetta er ein afturgongd upp á 23 mió. kr. í mun til 2016, tá úrslitið var 48 mió. kr.  Høvuðsorsøkin til afturgongdina eru tilfeingis- og uppboðssølugjøld, sum vóru tilsamans 85 mió. kr. í mun til 50 mió. kr. í 2016.


Samlaða sølan var slakar 900 mió. kr.


Um 900 fólk - harav umleið 570 í føstum starvi – fingu løn frá samtakinum í 2017.


Samlaði starvsfólkakostnaðurin var 335 mió. kr.


Í stuttum kann sigast, at neiliga gongdin við eini hálvering av yvirskotinum er orsaka av kvotagjøldum.


Við teimum útlitum, sum eru við núverandi fiskivinnulóggávu - at veiðugjald skal rindast fyri tann partin av fiskinum, sum ikki fer á uppboðssølu - eru útlitini enn verri fyri 2018 og frameftir.


Skal felagið endurnýggja flotan og menna virkini á landi er neyðugt við einum størri yvirskoti. Og fyri at tað kann lata seg gera, má politiski myndugleikin skapa tryggar karmar sum røkka fleiri ár fram.


Framtíðarútlit
Fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum hevur verið vánaligur í fleiri ár, men útlitini fyri 2018 og frameftir eru betri. Marknaðurin fyri frystar vørur er meira støðugur nú, eins og marknaðurin fyri saltfisk tykist vera í eini jaligari gongd.


Nýggja fiskivinnulóggávan varð samtykt við ársenda 2017, og fer at hava negativa ávirkan á raksturin hjá samtakinum.


Fáa ikki svar
Hvussu stór henda negativa ávirkanin verður á framtíðar viðurskiftini hjá samtakinum er ikki gjørligt at uppgera neyvt. Men sum tað hevur verið frammi í fjølmiðlunum, so hevur nýggja lógin viðført, at eigararnir av Kósini ikki hava kunna sett nýggjan partapening í Kósina í sama lutfalli, sum núverandi eigarabýti er, tí Vørn hevur ta fatan, at hetta ikki er í tráð við nýggju fiskivinnulógina. Henda avgerð hjá Vørn varð kærd til Fiskimálaráðið 19. mars 2018, men felagið hevur ikki fingið svar hesum viðvíkjandi enn.


Orsøkin til ætlaðu økingina í partapeninginum er tann, at felagið er farið í gongd við at dagføra flakavirkið, so tað livir upp til nútíðar og vera við í framtíðar kappingini um fiskin.


Sum flestum kunnugt hevur Kósin í fjør víst á, at møguleiki var fyri, at flakavirkið fór at stongja, um antitrustmarkið í uppruna uppskotinum ikki varð broytt. Upprunaliga var antitrust ásett til 12 %, men varð broytt til 20%.


Fyri starvsfólkið og felagið varð broytingin í antitrustmarkinum avgerðandi fyri at tað framhaldandi er møguligt at halda virkið opið.


Fleiri hóttanir móti Barentshavinum
Í J .F. K. Trol, sum hevur skip í Barentshavinum og undir Føroyum, verður roknað við einum lakari úrslit í 2018 enn í 2017.


Kvotan í Barentshavinum er minkað við umleið 10 % í mun til 2017, umframt at fiskivinnunýskipanin hevur viðført,  at umleið 17 % av kvotuni eru seld á uppboðssølu.


Ein onnur hóttan móti virkseminum og manningum okkara í Barentshavinum er eisini tann, at fiskivinnunýskipanin í framtíðini kann taka 8,5% av kvotuni og útluta hesa sum menningnarkvotur.  Harumframt hevur ICES verið frammi fyri stuttum og upplýst, at kvoturnar fyri 2019 í Barentshavinum eisini verða minkaðar.


Ikki pláss til avgjald

Tað eru eisini aðar óvissur sum viðføra ótryggleika viðvíðkjandi 2018 og framtíðini. Í 2017 varð  lagt fram uppskot um veiðugjald á tann fisk, sum verður veiddur í Barentshavinum, og sum ikki er keyptur á uppboðssøluni. Ætlanin í uppskotinum var eisini, at veiðugjaldið skal verða tengt at prísinum á uppboðssøluni.


Viðmerkjast skal í hesum føri, at eftir okkara tykki er ikki pláss fyri hesum avgjaldi í Barentshavinum, um møguligt skal vera at endurnýggja tann flota, sum nú veiðir har. Hesin má fáa møguleikar at endurnýggja seg, so vit framvegis skulu kunna kappast við grannar okkara, sum byggja nýggj skip í stórum tali, fyri at betra um virðisøking av fiskinum, umframt at fáa møguleikar at fáa alt í land.


Uppskotið um veiðugjald er tó ikki samtykt enn.


Sum tað hevur verið frammi, so hevur eisini verið tosað um at størri krøv skulu setast í sambandi við útlát í framtíðini – hetta krevur nýggj skip, um henda lóg eisini kemur at umfata fiskiskip.


Hækkandi oljuprísir eru eisini viðvirkandi til, at úrslitið í 2018 verður ávirkað negativt.


Ikki lønandi at gera íløgur á sjónum

Nú Fiskivinnunýskipanin er vorðin ein veruleiki er greitt, at tað ikki er so lønandi at gera íløgur í fiskivinnuna á sjónum longur. Tað, sum fyrr hevur verið drívmegin í at gera íløgur í vinnuna á sjónum, tað sum nú verður kallað yvirnormalur profittur, verður fyri størsta partin tikin inn í landskassan. Tí eru tað ikki útlit fyri, at núverandi fiskivinnulóggáva skundar undir at nýggj tíðarhóskandi skip verða bygd til føroysku fiskivinnuna.


Klaksvík, tann 3. juli í 2018


Hanus Hansen,
stjóri


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her