Leita á in.fo

Barbara Holm 19.05.2017 (15:29)

Jørgen Niclasen: Hetta snýr misálitið seg um

Jørgen Niclasen, floksformaður í Fólkaflokkinum, er ein av teimum, sum hevur lagt uppskotið um misálit fram á løgmann í dag. Eitt uppskot, sum verður viðgjørt júst nú. 

 

 

Um orsøkina til misálitisuppskotið segði Jørgen Niclasen tað, sum hoyrast kann, um tú trýstir á pílin undir myndini. 

 

Uppskotið um misálitisváttan er her: 


Vísandi til niðurstøðuna hjá Landsstýrismálanevndini 19. mai 2017 í málinum viðvíkjandi klagu um løgmann, Aksel V. Johannesen viðvíkjandi avgerð løgmans at lýsa § 14, stk. 2 í hjúnabandslógini at verða yvirtikna, verður hervið lagt fram misálit á løgmann.

 

Landsstýrismálanevndin hevur m.a. staðfest, at ”Løgmaður hevur ikki virt § 46 í stýrisskipanini, tá hann uttan um Løgtingið, hevur tulkað § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini yvirtikna at vera. Løgmaður hevur gjørt eitt mistak við at tulka § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini yvirtikna í 2007, tí § 14, stk. 2 í hjúnalagslógini er ikki yvirtikin, men er felagsmál, og tað eigur løgmaður at virða og taka til eftirtektar.”

 

Síðani niðurstøðan varð kunngjørd, hevur løgmaður sagt, at hann ikki ætlar sær at fylgja niðurstøðuni hjá Landsstýrismálanevndini ella at taka hana til eftirtektar. At løgmaður ikki virðir Landsstýrismálanevndina, er álvarsamt og merkir, at hann setir seg oman fyri Løgtingið.

 

Løgtingið er fólkavalda tingið og stendur til svars fyri fólkinum og veljaranum. Løgmaður og landsstýrisfólk eru tænarar hjá tinginum og standa til svars fyri Løgtinginum.

 

 

Á Løgtingi, 19. mai 2017
Jørgen Niclasen
Bárður á Steig Nielsen
Jenis av Rana

 

 

 

In.fo fylgir málinum.