Jørleif Kúrberg deyður

Í gjár bórust deyðsboðini av Jørleif Kúrberg í Havn. Hann doyði á Landssjúkrahúsinum eftir stutta sjúkralegu

Í gjár bórust deyðsboðini av Jørleif Kúrberg í Havn. Hann doyði á Landssjúkrahúsinum eftir stutta sjúkralegu.

 

Jørleif var sonur Hannu og Martin Kúrberg, og hann var ein kend býarmynd í Havn. Øll mundu kennast við tann altíð so blídliga mannin.

 

Jørleif var lærari alla sína tíð. Hóast ikki útbúgvin fólkaskúlalærari, so bleiv lærarastarvið kortini hansara lívsstarv. Hann var lærari í Sankta Frans skúla í Havn í ein mansaldur – líka til hann var kroystur úr starvi eftir at privati Nonnuskúlin gjørdist almennur skúli. Tá slapp Jørleif ikki at starvast har longur, tí hann ikki hevði útbúgvingina. Men hann helt fram sum lærari – tá við Tekniska skúla í Havn.

 

Hondbóltur fylti nógv hjá Jørleifi. Uppvaksin í Losjuni var tað sjálvandi Kyndli, hann spældi við og helt við líka til tað síðsta.

 

Jørleif var ein opin og útvendur persónur og dugdi sera væl við fólki. Tí var tað nátúrligt hjá honum at vera ferðaleiðari. Hann hevði verið nógv hjá ommunu úti á Reyni og sitið undir hvørjum orði har, og hann kendi gomlu Havnina sum sín egna buksulumma. Kønur í máli, sum Jørleif var, lá tað sera væl fyri hjá honum at fanga áhugan hjá ferðafólki.

 

Jørleif var giftur við Thoru f. Bærentsen av Tvøroyri. Tey eiga børnini Randi og Hanus, sum eigur børnini Kristian og Thoru.