fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 4°C

Vindur 9.3m/s

Leita á in.fo

Jógvan Skorheim 09.01.2019 (09:40)

Jógvan á Høvdanum skapti lív og gleði har hann var

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, skrivar hesi minningarorð um Jógvan á Høvdanum yngra. 

 

Tað vóru tung og skelkandi boð at fáa, at Jógvan á Høvdanum, yngri, var farin. Tað tykist so óveruligt, at hetta fitta menniskjað, sum altíð skapti lív og gleði har, hann var, ikki longur skal ferðast millum okkara. Eg havi kent Jógvan alt lívið. Fyrst á tiltikna spæliplássinum á Jørundsgøtu, har nógv børn samlaðust hvønn dag og langt út á náttina. Har var altíð lív í. Onkur spældi bólt, onnur klintraðu, og tá ið tað byrjaði at skýma, varð ofta spælt “gevið minir”. Jógvan á Høvdanum var altíð tann, ið skapti gylta láturin ella kom við skeivu viðmerkingunum, sum gjørdu alt eitt sindur stuttligari

 

Eisini minnist eg Jógvan frá skúlatíðini á Ziskatrøð. Kanska best minnist eg jólasjónleikin, ið hann saman við hinum í flokkinum skipaði fyri seinasta árið, tey gingu í skúla. Láturin mundi ikki steðga, tá ið hesin serstaki flokkur av ungum børnum sýndu fram, og sjálvandi var Jógvan á Høvdanum primus motor.

 

Jógvan starvaðist eisini eitt tíðarskeið í Vøruhúsinum í Klaksvík, har eg sjálvur eisini arbeiddi. Eisini har skapti hann gleði og stuttleika. Hann var altíð klárur at arbeiða, og hjá honum æt einki átta til fýra arbeiði. Hann var klárur, tá ið arbeiðast skuldi. Tá kom fram, hvussu góður hann var við son sín, Eyðfinn. Hann var so sera stoltur av honum og hevði fleiri søgur at siga frá hvønn dag.

 

Seinnu árini havi eg samstarvað við Jógvan í politikki. Fyrst valdi hann at stilla upp fyri Sjálvstýri á valinum í 2015, og seinni gjørdist hann fyrst valdi býráðslimur í Kunoy. Hann brendi fyri Kunoynni og ynskti framdrift og menning. Hann var eisini sera íðin í arbeiðinum at geva Bakkafrost heimildir, so stóra verkætlanin á Strond kundi gerast veruleiki. Tað, sum Jógvan setti sær fyri, gjørdi hann fult og heilt. Hesar dygdir hansara sá eg fyrstuferð í stríðnum móti Sea Shepard, síðani tá ið hann stillaði upp til løgtingsvalið, og eisini tá ið málið um nýggju smoltstøðina var í hæddini. Hann kempaði fyri tí, hann brendi fyri. Hann kundi ringja javnt og samt fyri at spyrja ella siga frá, tí hann vildi eina góða loysn.

 

Sum borgarstjóri havi eg eisini havt ta gleði at havt Jógvan í starvi hjá kommununi. Um ein møtti honum uttan fyri býráðshúsið ella onkrastaðni í býnum, so var hann altíð smílandi og kom við onkrari skemtiligari viðmerking. Sinnið var lætt, og hann ynskti, at onnur eisini føldu seg væl. Tað er ein sera góð dygd.

 

Jógvan var eisini serliga familjukærur. Í summar gjørdist mamma Jógvan, Elsba, 80 ár. Eisini tá var Jógvan skjótur at ringja, tí hann helt tað vera passandi, at borgarstjórin segði nøkur orð. Hóast eg ikki hevði møguleika at møta upp, so fingu vit gjørt eitt filmsbrot, ið síðani varð víst á veitsluni. Tað var týðiligt, at hann hálovaði mammu og pápa sínum og ynskti at heiðra tey á ein uppibornan hátt.

 

At fara úr hesum heimi á so ungum árum er púra óskiljandi fyri okkum. Tí sita vit øll, ið kendu Jógvan væl, sorgarbundin og hugtung. Størstur er saknurin hjá tykkum í familjuni.

 

Góði Eyðfinn! Má Harrin Jesus styrkja teg og vera hjá tær í hesi tungu tíð, sum stendur fyri framman. Pápi tín var errin av tær og ynskti tær alt so væl.

 

Góða Annbjørg! Tú og Jógvan hava stuðlað hvørjum øðrum fyrimyndarliga. Má Harrin halda sína tryggu hond um teg og geva tær troyst.

 

Góða Elsba, Jógvan, Sigrid, Petur Hans, Oluffa og Símun. Tit hava mist ein fantastiska fittan son og beiggja. Harrin Jesus hevur lovað okkum ævigt lív heima í dýrdini. Má Harrin signa tykkum og geva tykkum styrki í hesi torføru tíð.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her