Leita á in.fo

Barbara Holm 19.05.2017 (09:20)

Jógvan Skorheim og Magnus Rasmussen misnýta sítt vald

Tað er einki sum bara luktar av, at løgmaður hevur brotið nakra lóg. Men tað er ikki trupult at síggja, hvørji ørindini hjá Jógvani og Magnusi eru...

 

 

Sjúrður Skaale

Endamálið við Landsstýrismálanevndini er at ansa eftir, at Landsstýrið heldur landsins lógir. Einki annað.

Men tað er ikki tað, Jógvan Skorheim og Magnus Rasmussen gera í tí skrivi, sum í morgun bleiv alment.

Teirra pástandur er, at løgmaður hevur borið seg ólógliga at, tá hann hevur arbeitt við støði í teirri fatan, at kirkjulig signing av hjúnarbondum er ein kirkjulig gerð - og at rætturin at lóggeva um hetta tískil bleiv yvirtikin, tá kirkjan bleiv yvirtikin.

Teir vilja hava tað til, at kirkjulig signing kemur undir persóns- húsfólka- ella arvarætt.

Men hvussu kann tað vera persónsrættur? Hvussu kann tað vera arvarættur? Hvussu kann tað vera húsfólkarættur?

Svarið er, at tað kann tað ikki. Tað ER ein kirkjulig gerð. Og tí er tað yvirtikið.

Tað heldur Løgmansskrivstovan eisini. Tað heldur løgtingsfyrisitingin. Tað heldur danska Forsætismálaráðið. Tað heldur danska Barna- og almannamálaráðið. Tað heldur danska Kirkjumálaráðið.

Og - haldið tykkum fast! - tað heldur løgfrøðiligi ráðgevin hjá Landsstýrismálanevndini eisini!

Ein dómur í Føroya Rætti um eitt líknandi ivamál kemur eisini til somu niðurstøðu.

 

 

Valdsmisnýtsla

Tað er rætt, at aðrar fatanir hava verið førdar fram áður. Men allar lógir, reglur og skipanir eru so greiðar, at ALLIR viðkomandi myndugleikar nú púra greitt siga, at hetta er undir føroyskum ræði.

Tað er einki sum bara luktar av, at løgmaður hevur brotið nakra lóg.

Kortini siga Jógvan Skorheim og Magnus Rasmussen, at tað hevur hann...

Tað er ikki trupult at síggja, hvørji teirra ørindi eru: Teir vilja steðga fólksins og Løgtingsins vilja, so samkynd í Føroyum ikki fáa somu borgarligu rættindi, sum tey hava í nærum øllum Vestureuropa.

Teir klára ikki at broyta fólksins greiðu meining um hetta - og royna so í staðin at misnýta sína støðu sum limir í Landsstýrismálanevndini til at fremja sína søk.

Teir vilja taka rættartrygdina burtur, fella ein politiskan dóm yvir løgmann - og soleiðis forða fyri, at viljin hjá meirilutanum av føroyingum verður framdur.

Tað fer ikki at eydnast teimum. Men hetta er álvarsamt fyri tað. Tí tað er misnýtsla av valdi, og tað er at gera seg inn á rættartrygdina.