Jógvan Skorheim sigur løgtingstarvið frá sær

Hann sleppur ikki at sita sum borgarstóri, um hann tekur sæti sum løgtignsmaður. Hann velur borgarstjórastarvið.

Hann sleppur ikki at sita sum borgarstóri, um hann tekur sæti sum løgtignsmaður. Hann velur borgarstjórastarvið.

 

Eg haldi fram sum borgarstjóri.

 

Tað sigur Jógvan Skorheim í fráboðan í kvøld, sum er soljóðandi:

 

»Sjálvandi harmist eg um, at eg ikki sleppi at røkja bæði borgarstjórastavið og løgtingsstarvið komandi tíðina. Hetta var tað, ið eg hevði sett mær fyri, og sum eg vildi halga meg fult og heilt til.

 

Tó virði eg avgerðina hjá meirilutanum í býráðnum, hóast eg ikki eri samdur við niðurstøðu teirra. Tað hevði verið gott fyri hendan partin av landinum, og hevði somuleiðis verið í tráð við vilja veljarans. Eg havi frá byrjan gjørt alment greitt, hvør mín støða er í hesum máli.

 

Eg eri sannførdur um, at eg sum løgtingslimur hevði eitt gylt høvi at umboða økið her norðuri væl, viðvirka til menning og bygt brýr millum kommunupolitikk og landspolitikk, ið eg meti eigur at knýtast tættari hvørjum øðrum.

 

Eg gleði meg til framtíðina, tí tað er ein spennandi tíð fyri framman í Klaksvík, og eg gleði meg til framhaldandi at ganga á odda fyri arbeiðnum í Klaksvíkar kommunu.

 

Jógvan Skorheim

borgarstjóri«

 

Næsti maður á listanum hjá Nýggjum Sjálvtýri er Bárður Kass Nielsen við 69 atkvøðum. Varamaður hjá honum og Kára P. Højgaard verður nú Bjørn á Heygum við 57 atkvøðum.