Jógvan Zachariassen bloggar: Lívið er dýrabært

Jógvan Zachariassen, sum er doktari í gudfrøði, tónleikari og rithøvundur, skrivar hendan bloggin. Hann er samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík

Jógvan Zachariassen bloggar: Tað var hugtakandi og rørandi at fylgja við, hvussu løgreglan, bjargingarfeløg og einstaklingar dag um dag leitaðu eftir 29 ára gamla manninum, sum bleiv burtur í Fugloy tann 11. januar í ár.

 

Pápi hansara, sum kom til Føroyar at síggja truplu umstøðurnar, sum helst vóru orsøkin til, at sonurin ikki bleiv funnin aftur, var eisini ovfarin um stóru leitingina og halgan føroyinga at bjarga lívi. Hann takkaði føroyingum hjartaliga.

 

Halganin og miðvísa arbeiðið at halda á at leita, hjálpa og bjarga mannalívi líka til seinastu roynd, er enn ein vøkur áminning um ta virðing, sum føroyingar hava fyri lívi hvørs menniskja. Kanska er virðingin fyri lívinum mest sjónlig, tá ið sorgarleikur, sjúka og ólukkur raka – tá ið fólk reisast og gera alt fyri at umfevna og hjálpa. Tað er tá, vit verða mint á, at menniskju hava stórt virði.

 

Tað er júst hetta vit hava tørv á at verða mint á, aftur og aftur: Tú ert undurfult skaptur og tú hevur virði stórt! Tað er bara ein tú. Eingin kloning er av tær. Tú ert einasti persónurin í heiminum við tíni bakgrund, tínum royndum og tíni søgu. Eingin annar hevur tín DNA struktur og eingin annar ber tíni fingramerki. Tú ert heilt serstakur. Hugsa tær, at tú ert tann einasti persónurin í heiminum, sum hevur tínar egnu hugsanir, meiningar, og førleikar. Eingin annar hevur tína útsjónd, tína serstøku rødd, og tín stíl. Og heldur eingin annar hevur tína persónsmensku, títt umdømi og tína ávirkan – einans tú!

 

Dávid, sálmaskaldið, hugsaði um alt hetta, og í fornu skriftunum, yrkti hann: Tá eg undrandi hyggi, hvussu ómetaliga undurfult eg eri myndaður, og hvussu fingur Guds hevur nomið við lív mítt, so syngur sál mín av frøði. Tá eg undrandi hugsi um, at Gud fylgdi við mær sum fostur, sá hvussu eg var virkaður djúpt í móðurlívi og kendi hvønn dag á lívsleið míni, so syngur sál mín lovsong.

 

Eitt menniskja sum hyggur at likami sínum og skoðar inn í sál sína og undrast um markleysa virðið í tí, fer altíð at hava virðing fyri lívinum. Og eitt menniskja, sum hevur virðing lívinum, hevur eisini djúpa virðing fyri lívinum hjá øðrum. Tí er hetta ein avgerandi samleiki, sum tað er mín vón, at vit altíð fara at ynskja at varðveita. Sjálvt ein ferðamaður, sum eingin av okkum kennir og sum eingin okkara hevur hitt, men sum kemur til Føroya, verður ikki gloymdur, tá ið hann ikki gevur lívstekin frá sær.

 

Tá vit vísa næstakærleika, ið ikki er treytaður av fordómum, tá eru vit á kós, har vit í atburði vísa ein hugburð og umboða ein kærleika, sum speglar nakað av tí, ið Jesus eggjaði okkum til – nevnliga at elska soleiðis, sum hann elskaði, meðan hann var her millum okkara. Tann kærleikin er ikki treytaður av, hvør næstin er ella um tað er millum klettarnar í fedralandinum, at hann viltist, men er eins livandi, sjónligur og virkin, um tað t.d. er í fjarskotnum landi, ið umboðar átrúnað ella mentan, ið er fremmand fyri okkum.

 

Vøkru orð Dávids, sum umboða kærleika Guðs til hvørt einstakt menniskja, eiga ikki at vera tengd at, um vit eru innan geografiska økið, ið verður definerað, sum Føroyar. Vakurleikin liggur í, hvussu ósjálvsøkni atburðurin og áhaldandi ynskið og viljin til at halda áfram at leita eftir menniskjanum, ið hevur hjálp fyri neyðini, verður tað, ið definerar mál og miðju í hesum høpinum. Tað, ið skilir at, hvørvur sum døgg fyri sólini. Meðan tað, ið knýtir menniskju saman, verður tað, ið setur kósina.

 

Sorgin er stór um hvørt menniskja, sum ikki verður funnið aftur, tá ið fjøll, hamrar og hav krevja lív teirra. Og vit hugsa um óttan, einsemið og vónloysið, tey kenna, tá tað gongur upp fyri teimum. At lívið endar her. Men ótroyttuliga leitingin á landi og havi, er ein týðulig rødd, sum áhaldandi kallar í myrkrinum og er ein staðfesting um, at, tú ikki ert gloymdur.

 

Takk fyri, løgreglu, bjargingarfeløg og einstaklingar, at tit fyrimyndarliga minna okkum á, at lívið er dýrabært!