Jóhan á Plógv er aftur á danska landsliðnum

Av tí at Hans Lindberg fekk skaða í dystinum ímóti Kili vóru boð eftir føroyska Jóhan á Plógv Hansen, sum tí aftur er í hópinum hjá danska hondbóltslandsliðnum

Høgri vongur á danska landsliðinum, Hans Lindberg, verður ikki við til komandi dystirnar hjá danska landsliðnum, eftir skaðan hann fekk í dystinum ímóti Kili. Tí eru boð send eftir føroyska Jóhan á Plógv Hansen at spæla í hansara stað.

 

Tað var í einum samanstoyti við ein kilskan spælara undir HM setanardystinum hósdagin, at Hans Lindeberg fekk enn minni skaða, sum merkir, at vongspælarin ikki kann vera við til næstu dystirnar.

 

Roknað verður við, at Hans Lindberg seinni í kappingini kann koma aftur á liðið, upplýsirDansk Håndbold Forbund (DHF):

 

– Tí hevur Nikolaj Jacobsen, landsliðsvenjari, í samráð við læknarnar hjá landsliðnum gjørt av, at taka út Johan P. Hansen í HM bólkin at loysa Lindberg av, sum harvið kann fáa neyðuga friðin at gerast dystarklárur aftur.

 

Danmark vann setanardystin við ikki minni enn 39-16 á Kili. 37 ára gamli Hans Lindberg skoraði trý mál í øðrum hálvleiki yvir suðuramerikanarunum.

 

Á høgra veingi hevur Danmark tann roynda Lasse Svan, so liðið er framvegis í góðum hondum á tí plássinum, skrivar Ritzau.

 

Tað ber til at skifta út í hópinum tríggjar ferðir undir HM-kappingini.

 

Danmark møtir í dag Tunesia í øðrum dysti, sum verður spældur í Boxen í Herning og byrjar klokkan 19:15.

 

/ritzau/