Jóhan á Plógv sleppur ikki at spæla finaluna

Danski landsliðsvenjarin hevur skift Jóhan á Plógv út við roynda Hans Lindberg til finaludystin í VM ímóti Noreg í dag.

 

Tað maðurin við drúgvastu royndum á danska landsliðnum, sum skal inn á liðið í staðin fyri Jóhan á Plógv.

 

Hálvi føroyingurin, Hans Lindberg, hevur spælt 262 landsdystir fyri Danmark og skotið 732 mál. Hann er tann roynasti leikarin í danska bruttohópinum upp á 28 leikarar.

 

Lindberg var eisini við millum teir 16, sum byrjaðu í kappingini.

 

37 ára gamli Füchse Berlin-spælarin var við í fyrsta dystinum ímóti Kili og skoraði trý mál, men fekk tá ein skaða.

 

Tað merktir, at Hans Lindberg dagin eftir Kili-dystin varð skiftur út við Jóhan á Plógv Hansen, sum fekk sín fyrsta dyst í endaspæli.

 

Síðani hevur Danmark spælt átta HM-dystir, har Lindberg ikki hevur verið við og hevur fyrireikað seg upp á at verða klárur aftur.

 

Danmark hevur havt tvær útskiftingar, og hetta er tann triðja og síðsta, sum landsliðsvenjarin, Nikolaj Jacobsen ger við at skifta Lindberg innaftur.

 

Longu áðrenn millumrunduna við heimsmeistaraskapið hevði Nikolaj Jacobsen nýtt tvær av trimum útskiftingum.

 

Onnur útskifting varð framd, tá Henrik Toft kom inn í staðin fyri bróðirin René Toft, sum fór út við skaða í lærkrikanum.

 

– Fyri at sleppa undan at standa í teirri støðu, at enda við at hava bara ein málmann, hevur venjarin valt at bíða við síðstu útskitingini, greiðir Dansk Håndbold Forbund frá.

 

– Tá finaludagurin nú er upprunnin, og síðsti møguleiki er at gera útskifting undir VM var í morgun, hevur Nikolaj Jacobsen skift roynda Hans Lindberg aftur á liðið, verður sagt.

 

– Finalan millum Danmark og Noreg verður í dag klokkan 16:30

 

/ritzau/