Jóhan á Plógv: Størsta ítróttarliga upplivingin

Johan Hansen, sum danskir miðlar nevna Jóhan á Plógv Hansen, spældi í gjárkvøldið fyrsta dystin í einum HM endaspæli, tá Danmark hólvaði Tunesia av

Í gjárkvøldið vann Danmark stórsigur á Tunesia í HM í manshondbólti í Boxen í Herning framman fyri ovurfegnum donskum áskoðarum.

 

Fyri Jóhan á Plógv Hansen var tað eisini ein stórhending, tí hetta var fyrsti dystur hansara í einum endaspæli á danska landsliðnum.

 

– Tað var ótrúligt. Eg fekk gásarhold, tá tjóðsangurin varð sungin, og tá navn mítt varð rópt upp. Tað er størsta upplivin, eg havi havt í hondbóltstíð míni higartil, sigur hann.

 

Vongspælarin frá Bjerringbro-Silkeborg kom á vøllin í øðrum hálvleiki tá umleið eitt korter var eftir av dystinum, og tann 24 ára gamli vongspælarin náddi at skora tvey mál í 36-22 sigrinum hjá Danmark.

 

– At sleppa at spæla eitt HM og so á heimavølli, tað verður ikki størri. Eg haldi, at eg fái trupult við at sovna í kvøld. Tað hevur verið ein stórur dagur.

 

Hann fekk boðini um, at hann skuldi gera seg kláran til dyst fríggjamorgunin, tá tað var greitt, at Hans Lindberg ikki náddi at gerast klárur eftir skaða, hann fekk í dystinum hósdagin móti Kili.

 

Jóhan á Plógv Hansen heldur tað vera óheppið, at ein skaði hjá Hans Lindberg skuldi vera orsøkin til, at hann fekk sín fyrsta dyst í endaspæli.

 

– Lindberg er ein fantasitskur spælari, sum hevur givið landsliðnum nógv í rættiliga nógv ár. Eg minnist ikki eitt landslið uttan hann.

 

– Hann hevur verið mín fyrimynd í mong ár, so tað er sjálvandi spell, men eg fari at gera tað, eg kann, at fylla skógvarnar hjá honum.

 

Jóhan á Plógv Hansen hevur áður spælt fyri føroyska hondbóltslandsliðið, men í 2013 valdi hann at skifta hondbóltstjóðskap.

 

– Tað havi eg ikki angrað. Men eg havi ikki torað at hugsað so stórt. At sleppa at spæla HM á heimavølli, tað er ótrúligt.

 

– Tú ert noyddur at taka nakrar kjansir í lívinum. Fyri meg var hetta tað rætta valið, sigur hann.

 

Hann er eisini við í bólkinum til næsta HM-dystin, sum Danmark spælir mánadagin ímóti Saudi-Arabia.

 

/ritzau/