Johan Dahl avnoktar

- Vit hava fylgt væl við, men útmeldingarnar frá Strandferðsluni hava verið bæði ymiskar og svingandi gjøgnum árið, sigur Johan Dahl við Kringvarpið.

- Vit hava fylgt væl við, men útmeldingarnar frá Strandferðsluni hava verið bæði ymiskar og svingandi gjøgnum árið, sigur Johan Dahl við Kringvarpið.

 

- Síðani í gjár er hent tað, at eitt skriv er sent til løgtingsins fíggjarnevnd, har vit verða skuldsettir fyri at hava hildið upplýsingum aftur fyri løgtinginum, og tað eru skuldsetingar, sum vit staðiliga kunnu afturvísa, sigur Johan Dahl.

 

Hasnn ætlar at senda fíggjarnevndini eina frágreiðing longu í kvøld.

 

- Eftir at skivið er komið fram er tað hent, at vit hava heitt á ein eksternan granskoðara um at gera i roknskap fyri Strandferðsluna, sum gongur fram til og við november, so vit kunnu fáa staðfest, hvat veruliga hallið hjá Strandferðsluni er, sigur Johan dahl.

 

Tølini hava verið ymisk og svingandi gjøgnum árið.

 

- Til tíðir hevur tað verið niðri á null og til aðrar tíðir uppi á fýra milliónum, og tað seinasta, vit hava fingið at vita frá stjóranum á Strandferðsluni er, at hallið liggur millum tríggjar og 3,9 milliónir krónur, sigur Johan Dahl.

 

Hann sigur, at tær sparingar, sum Strandferðslan hevði í kvittanum at fremja, fingust ikki ígjøgnum politiskt.