Leita á in.fo

Savnsmynd frá Champions League í fjør.

Pætur Albinus 16.09.2018 (15:42)

Jóhan var ikki til at steðga

Føroyski høgri vongurin, Jóhan á Plógv Hansen, var ikki til at steðga, tá ið Bjerringbro-Silkeborg í dag setti hol á eitt nýtt kappingarár í Champions League. Mótstøðuliðið í fyrsta dystinum var Chekhovskie Medvedi úr Russlandi, og spælt varð í JYSK Arena í Silkeborg.


Tað var ein málríkur fyrri hálvleikur, har danska heimaliðið fór til hálvleiks á odda 21-16. Jóhan á Plógv Hansen var flúgvandi og skeyt átta mál í fyrra hálvleiki, harav sjey teirra vórðu skotin fyrstu 12 minuttirnar.


Í seinna hálvleiki økti Bjerringbro-Silkeborg um leiðsluna og tók av møguleikanum at skifta út, men glóðheiti Jóhan á Plógv Hansen, sum eisini tók sær av brotskøstunum, varð skiftur inn aftur og endaði við at skjóta ikki færri enn 14 mál í trygga 39-28-sigrinum. Hann hevði í alt 18 skotroyndir.

 

- Men kenni eg hann rætt, so iðrar hann seg framvegis um tað eina misnýtta brotskastið. Soleiðis skal tað eisini vera, segði viðmkerjarin hjá DR, Lars Krogh Jeppesen, tá ið hann eftir dystin rósti dagsins manni fyri frálíka avrikið.


Næsti dystur hjá Bjerringbro-Silkeborg verður leygardagin á útivølli ímóti slovakiska HT Tatran Presov. Liðini í bólki C/D, sum hann kallast, eru Bjerringbro-Silkeborg, Sporting CP, HT Tatran Presov, Chekovskie Medvedi, Besiktas og HC Metalurg.


Upprunaliga hevði Bjerringbro-Silkeborg ikki spælt seg í Champions League hetta kappingarárið, men evropeiska hondbóltssambandið, EHF, valdi at geva liðnum tað eina av trimum wild cards til kappingina.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her