Jóhan var tvífaldur málskjútti

1. DEILD: Í dag eydnaðist tað teimum næstbestu hjá KÍ at vinna fulla úrtøku ímóti HB

Fyrr í vikuni var tað stórt KÍ vónbrot, at besta liðið á heimavølli varð varpað úr kappingini um løgmanssteypið av HB.

 

Tað er sjálvandi ikki full endurreist, men tað telur rætta vegin hjá KÍ, at tað í dag eydnaðist KÍ liðnum í 1. deild at vinna fulla úrtøku ímóti HB í Gundadali.

 

KÍ vann 2-0, sum eisini var hálvleiksleiðslan. Jóhan Josephsen skoraði bæði málini. Hann er oftast á listanum í bestu deildini, og tað verður hann eisini týskvøldið, tá ið besta KÍ liðið fer at royna seg á útivølli ímóti EB/Streymi. Í kvøld varð Jóhan skiftur út, tá ið fyrra hálvleikur var av, men tá hevði hann við tveimum málum syrgt fyri, at KÍ hevði skoraði tey bæði málini, sum bóru sigur við sær annað vikuskiftið á rað.

 

Eitt stórt korter var farið, tá ið fyrra málið varð skorað, og uppleggið átti Óli Eyðsteinsson Poulsen. Seinna málið skoraði Jóhan Josephsen í 28. minutti, og tá var tað Kristian Svabo Eliasen, sum átti uppleggið.

 

HB hevði fleiri góðar støður og onkran góðan møguleika at minka um munin og av nýggjum kveikja spenningin, men tað eydnaðist ikki. Eisini tí Hannis Matras var so góður í KÍ málinum.

 

KÍ er á sætta plássi við 9 stigum fyri 7 dystir, og HB er á níggjunda plássi við tveimum stigum.

 

Næstu ferð eigur KÍ heimavøll ímóti NSÍ, og tá fer HB at spæla á útivølli ímóti FC Suðuroy.