John McCain bjargar Obamacare

Royndirnar hjá republikanskum senatorum at avtaka Obamacare eru eftir øllum at døma miseydnaðar. Tríggir republikanarar eru ímóti.

 

John McCain, senatour, atkvøður nei til at taka av Obamacare í USA. Harvið er seinasta royndin hjá republikanarunum at koppa heilsunýskipanini hjá Obama misteydnað, skrivar tíðindastovan AP.

 

McCain sigur, athann kann ikki stuðla uppskotinum um at taka av heilsunýskipanina hjá Barack Obama bara við atkvøðum frá republikanarunum í Senatinum.

 

– Vit áttu at gjørt hetta betri saman, republikanarar og demokratar, sigur hann.

 

Atkvøðugreiðslan í Senatinum, sum verður mett sum allar síðsti møguleiki hjá Republikanarunum at sleppa av við Obamacar, verður í seinasta lagi 30. september.

 

Løgd er fram nýggj ætlan, sum sambært teimum atfinningarsomu fer at merkja, at fleiri milliónir amerikanarar fara at missa sína sjúkratrygging.

 

Um atkvøðugreiðslan í næstu viku miseydnast, verður tað eitt stórtap fyri Donald Trump, forseta. So stendur hann sum ein forseti, sum ikki megnar at gjøgnumføra eina størri nýskipan.

 

Umframt McCain hevur republikanski senastoruin Rand Paul boðað frá, at hann fer at atkvøða ímóti. Tað sama hevur Susan Collin, senatorur, týðuliga latið skilt.

 

Republikanararnir hava 52 sessir í mun til teir 48 hjá Demokratunum í Senatinum. Um tríggir republikanarar atkvøða ímóti, fellir uppskotið. Allir Demokratarnir í Senatinum atkvøða ímóti.

 

– Tað er tann síðsti og besti møguleikin, segði varaforsetin, Mike Pence í gjár, fyri at sleppa av við Obamacare. Ein nýskipan, sum  Republikanski flokkurin hevur arbeitt í sjey ár fyri at avskaffa.

 

Pence skal, um tað stendur á jøvnum í Senatinum, kasta avgerandi atkvøðuna.

 

Aftan fyri uppskotið at avtaka heilsunýskipanina og gera eina nýggja standa senatorarini Lindsey Graham og Bill Cassidy. Tey vilja í staðin fyri Obamacare ábyrgja einstøku statirnar, hvussu sjúkratryggingin skal umsitast.

 

– Eg kann ikki við góðari samvitsku atkvøða fyri uppskotinum hjá Graham og Cassidy, sigur McCain.

 

Fýra aðrir republikanskir senatorar hava ikki enn tikið støðu til, hvussu teir fara at atkvøða.

 

/ritzau/AP