John Petersen deyður

Í morgun andaðist John Petersen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, brádliga í Turkalandi, har har hann var og ferðaðist

Í morgun andaðist John Petersen, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, brádliga í Turkalandi, har har hann var og ferðaðist. Leygardagin fylti hann 70 ár, og dagin helt hann í Turkalandi, har hann hevði góðar umstøður, og har hann og konan plagdu at ferðast nakrar ferðir um árið.

 

John Petersen er kendur sum eitt arbeiðsgrev í fyritøkuni J&K Petersen, sum hann sjálvur annar stovnaði, og sum hann var ímyndin av. Hann gjørdist tó mest kendur, tá hann varð valdur á Løgting í 1988. Hann var afturvaldur á ting í 1990, 1994 og í 1998.

 

Hann var landsstýrismaður í síðsta landsstýrinum hjá Atla Dam frá 1991 til 1993. Hann gjørdist aftur landsstýrismaður í landsstýrinum hjá Edmund Joensen frá 1996-98 og aftur í fyrra landsstýrinum hjá Anfinn Kallsberg í 1998. Øll árini í landsstýrinum umsat hann fiskivinnumál.

 

So seint sum leygardagin fylti hann 70 ár og helt dagin í Turkalandi saman við konuni og nøkrum av sínum nærmastu. Í morgun, meðan tey bíðaðu eftir at fara á eina útferð við báti, doyði hann brádliga.

 

Hjá J&K Petersen siga tey um hann, at tey hava verið heppin at hava ein av teimum mest ídnastu og raskastu monnunum dagliga til arbeiðis. Hóast hann var farin um pensjónsaldur, var hann sera íðin í gerandisdegnum og altíð til dystin fús. Serliga á smiðjuøkinum siga tey, at hann var nógv at síggja.

 

Og júst sum smiður, hevði John gott orð á sær. Tað hoyrdist eisini onkuntíð í politiska kjakinum á tingi. Tá bylgjurnar gingu harðast millum mótpolarnar í Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum, so segði Jørgen Thomsen, tingmaður Javnaðarfloksins, onkuntíð, at tey kundu siga hvat tey vildu um John Petersen, men hann var av raskastu smiðum.

 

Jørgen Thomsen var lærumeistari á Skála Skipasmiðju og kendi John frá tí arbeiðinum.

 

Tá John Petersen lærdi á Skála Skipasmiðju búði hann á Skála. Tá spældi hann fótbólt við GÍ. Har tosa tey eisini um, at hann var so íðin, at hann mangan róði av Skála yvir á Skipanes og rann síðani til Norðragøtu at venja.

 

Seinastu tíðina hevur John Petersen lagt nógva orku í útbyggingina av Tórshavnar Havn, sum J&K Petersen hevur um hendi.

 

Tað vóru brøðurnir John og Kristian Anfinn Petersen, sum tóku við felagnum eftir pápan. Haðani kemur styttingin í navninum, J&K Petersen. Seinni eru eigaraviðurskiftini broytt, men navnið er tó varðveitt.

 

John Petersen var útbúgvin stálskipasmiður í 1969 og maskinistur í 1974. Umframt álitisstørvini á Løgtingi og í landsstýri, so var John Petersen eisini bygdarráðslimur í Skopun frá 1976 til 1992.

 

John var giftur Ragnhild, vanliga nevd Gugga, úr Sørvági. Tey eiga børnini Steinolv, Sissal, Elisabeth og Kari Ann. Elsti sonur teirra, Karl Andreas, doyði sum 15 ára gamal.