John við nýggjum staklagi

John Tróndheim - Never lose again

John Tróndheim - Never lose again

Fríggjadagin 4. apríl lat klaksvíkingurin John Tróndheim úr hondum eitt nýtt staklag. Lagið eitur "Never Lose Again", og er tað fyrsta staklagið, ið ungi klaksvíkingurin hevur givið út.

Hóast talan er um fyrsta staklagið hjá John, so er hann ikki ókendur á føroyska tónleikapallinum, men hevur verið á hoyrt til ymisk tiltøk seinastu árini. Á hesum fyrsta lagnum, ið hann sjálvur hevur skrivað og givið út, bæði syngur og spælir hann klaver.

- Eg eri fegin um at hava givið mítt fyrsta staklag út og vónandi er hetta bara tað fyrsta av mongum, sigur John Tróndheim.

Lagið er tikið upp í studio hjá Pætur Gerðalíð í Klaksvík, ið hevur framleitt og skipa fyri tónleikinum, umframt at spælt restina av ljóðførunum. Síðan hevur Kristoffer Mørkøre ljóðblandað í Kris-Stuff studio.

Til ber at hoyra lagið á hesum leinkjum ella pílin á myndini:

Youtube: https://youtu.be/JTewbxaIfvE
Spotify: https://open.spotify.com/track/13C7zYDv0XnT4LsCjxCbCb?si=bOGqWcNHR4qPkzEv4R2eSA

John Tróndheim - Never lose again