Leita á in.fo

Barbara Holm 10.08.2017 (11:20)

John William: Fólk bjóða mær ofta hassj

- Sum parkinsonssjúklingur fái eg mangan bjóðað hassj, skrivar John William Joensen, sum mælir til mátahald við rúsdrekka á Summarfestivalinum.

 

 

 

 

John William Joensen á Norðlýsinum skrivar í leiðaragrein, og spyr, um tað ikki er júst normalt at siga “noy” til rúsdrekka. Hann sigur seg við hesum ikki vilja seta niður á nakran, men bert geva fólki nakrar tankar at hava við sær, nú Summarfestivalurin er fyri framman.

 

 

 

 

- Øll ynskja vit at verða normal. Men av einari ella aðrari orsøk eru tey, sum als ikki nýta rúsdrekka komin í tann bólkin, har tey skilja seg burtur úr fjøldini, serliga nú Føroya størsti festivalur er farin av bakkastokki. At roykja og sutlað rúsandi løgir í seg frá morgni til myrkurs er ikki einans ”okey”, men at roknað, sum normal atferð ella eitt must hesa vikuna í Klaksvík, sigur John William Joensen og spyr, um tað ikki er okkurt galið, tá ið vinfólk ikki kunnu savnast og uppliva tónleik uttan rúsandi evni.

 

 

- Sokallaðir modernaðir, ella meiri mentaðir føroyingar, spyrja á sosialu miðlunum, um tíðin ikki er komin at gevast við at drepa og eta grind. Og hetta humanistiska rákið ávirkar í alsamt størri mun ”normalu” atferðina hjá fjøldini, og úrslitið er at flestu okkara eta minni og minni av grind. Men at fylla seg við rúsevni/drekka, og lata ungdómin sleppa at renna "hornini" av sær á festivalum, verður bólkað sum mennandi og vanlig sosial atferð, skrivar John William Joensen.

 

 

Víðari greiðir hann frá, at sum Parkinson súklingur og nevndarlimur í Parkinsonfelagnum møtir hann ofta fólki á gøtuni, sum ráða honum at royna hassj ella beinleiðis bjóða honum rúsevni, tí tey dyrka hamp plantuna heima í kjallaranum.

 

 

- Teir fáu prædikumenn, sum eftir eru og sum mæla til totalt fráhaldnið frá rúsandi evnum eru illa lýddir av modernaðu facebook humanismuni. Tað er eisini hugvekjandi, at nevndu prædikumenn, sum talaðu ímóti rúsdrekka og rúsevnum ofta vóru millum ídnastu grindamenn – meðan Facebook humanistarnir, sum reklamera við rúsdrekka balling á Facebook í alsamt størri mun taka frástøðu til at drepa grind, skrivar John William Joensen millum annað.

 

Les allar leiðaran á Norðlýsinum við at trýsta her.