Johnny í Grótinum farin frá sum kringvarpsstjóri

– Í dag hava Johnny í Grótinum og Kringvarpsstýrið gjørt avtalu um, at Johnny fer úr starvinum sum kringvarpsstjóri. Báðir partar eru samdir um, at tað er frægast fyri stovnin, at samstarvið partanna millum endar nú.

 

Tað skrivar Rúni Heinesen, formaður í stýrinum fyri Kringvarpið.

 

Inntil nýggjur stjóri er settur hevur Kringvarpsstýrið gjørt av at lata Kára Sólstein, starvsfólkaumboð í Kringvarpsstýrinum, røkja stjórastarvið.