fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 11°C

Vindur 9.1m/s

Leita á in.fo

Johnson, t.v., og Corbyn. Mynd: Ritzau Scanpix

Hallur av Rana 15.04.2018 (13:01)

Johnson: Loftálopið vísti at nú er nokk

Loftálopið hjá Frakland, Bretland og USA í Sýria leygardagin var ein staðfesting av, at nú er nokk, og at tey trý londini ikki kunna góðtaka, at sýriska stjórnin brúkar kemisk vápn móti sínum egna fólki. Tað sigur Boris Johnson, bretski uttanríkisráðharrin, sambært bretska kringvarpinum BBC.


Verjumálaráðharrin viðurkennir, at hann ikki væntar at álopið fer at broyta gongdina í borgarakrígginum ella slóða fyri, at ein nýggj stjórn kemur til valdið. Í staðin vónar hann, at álopið forðar fyri nýtsluni av kemiskum vápnum.


- Sýriska borgarakríggið kann halda á sum áður, men høvuðsendamálið var at siga nei til nýtsluna av kemiskum vápnum, sigur Boris Johnson við BBC


Jeremy Corbyn, leiðarin fyri Labour, finst tó hvassliga at leiklutinum hjá Bretlandi í álopinum og hevur sett spurnartekin við, um stjórnin hevur borið seg rætt at. Andstøðuleiðarin fýlist millum annað á, at Teresa May, forsætisráðharri, ikki ráðførdi seg við bretska parlamentið, áðrenn hon tók avgerðina um at luttaka í álopinum. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her