Jónas var besti føroyski málskjúttin við 117 málum

Jónas G. Djurhuus endaði á einum 16. plássi á toppskoraralistanum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Nú føroyingaliðini eru liðug við kappingarárið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini er tað áhugavert at hyggja eftir hvussu føroysku leikararnir hava staðið seg við málskjótingini.

 

Besti føroyski málskjúttin er Jónas G. Djurhuus hjá FIF, ið skoraði 117 mál í 25 dystum. 

 

Jónas endaði á einum 16. plássi á toppskoraralistanum. Jacob Lyck hjá Odense var toppskjútti við 176 málum. 

 

Her er yvirlitið við føroysku málskjúttunum:

 

1. Jónas G. Djurhuus, FIF, 25 dystir - 117 mál

 

2. Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC, 26 dystir - 103 mál

 

3. Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne, 25 dystir - 89 mál

 

4. Leivur Mortensen, FIF, 26 dystir - 78 mál

 

5. Rói Berg Hansen, HØJ, 23 dystir - 39 mál

 

6. Niklas Højgaard Hanusarson, Skovbakken, 26 dystir - 35 mál

 

7. Janus Dam Djurhuus, FIF 16 dystir - 26 mál

 

8. Julian J. Kragesteen, Køge, 18 dystir - 23 mál

 

9. Peter Krogh, Aarhus HC, 26 dystir - 23 mál

 

10. Pauli Jacobsen, málverji, HØJ, 22 dystir - 1 mál

 

19 ára gamli, Búi Djurhuus Poulsen var á vøllinum fyri Grindsted seinastu dystirnar, men fekk einki mál í næstbestu donsku deildini. Grindsted vann deildina og flytur upp í bestu deildina.