Leiðarin í Nánd, Kristina Toftegaard Larsen (h.m.) bjóðar nýggja deildarleiðaranum í Gøtubrá vælkomnari.
Vilmund Jacobsen 09.10.2018 (00:06)
Jónhild er nú deildarleiðari í Gøtubrá
Eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu hevur fingið nýggjan deildarleiðara. Tað er Jónhild Abrahamsen, dóttir Edmund og Elspu Abrahamsen í Fuglafirði, sum er sett í hetta leiðarastarv.
Umframt at vera bankalærd, hevur Jónhild Abrahamsen eisini nomið sær útbúgving sum sosialráðgevi, og hon hevur eisini eina masterútbúgving í almennari leiðslu.
Jónhild Abrahamsen hevur arbeiðsroyndir sum sosialráðgevi og familjuráðgevi og hevur 10 ára leiðsluroyndir innan umsorganarøkið, eitt nú sum leiðari á stovni fyri fjølbrekað.
Nánd, sum er eldrasamstarvið millum Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, bjóðar Jónhild Abrahamsen hjartaliga vælkomnari í starvið, samstundis sum henni verður ynskt blíðan byrð í arbeiðnum.
Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á
red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum –
trýst her
Mest lisið
Ein býarmynd farin: Johan Restorff deyður |
|
Gullak Madsen tjenti fjórðings milliard í fjør |
|
- Eg skilji ikki eg yvirlivdi |
|
Hetta er ein sterk søga at fortelja útlendingum |
|
Liverpool er í stórum trupulleikum |
|
Elia Enghamar maskottur á Anfield |
|
Eysturskúlin í Havn fingið nýggjan stjóra |
|
Happarar mugu gjalda 2,2 miljónir |
|
Gongur illa at avgreiða eitt mál sum stór ósemja er um |
|
Fekk nýggja nøs í føðingardagsgávu |
|
Fekk Henrik Old sín vilja hevði tað sæð øðrvísi út |
|
Góð milljard leyp av í fjør |
|
Hagen-málið: Geva seg ikki til kennar |
|
Hevði Breivik sum fyrimynd: Ætlaði at drepa frá hond í USA |
|
Ætla at ala krækling |
|
Ein nýggjur Markus |
|
Noyðast at bíða í átta ár eftir at fáa tunnil |
|
Sonni fingið nýtt starv |
|
Føroyar steingja fyri ferðafólk vegna varðveiting |
|
Tað passar ikki at ferðafólkaskip dálka so illa |
|
Unga Sjálvstýri nýggja nevnd |
|
Fongslaður í tvær vikur fyri harðskap |
|
Vilja hava pengar til fýra hassj-hundar afturat |
|
Jarnbrúdleyp: Danjal og Aslaug gift í 70 ár |
|