Leita á in.fo

Mynd: Kaj Leo í Bartalsstovu(t.h) og umboðsmaðurin Hans Jacob á Líknargøtu, tá gøtumaðurin skifti til Dinamo Bukarest

Tróndur Arge 08.11.2016 (12:39)

Kaj Leo fingið nýtt felag

Kaj Leo í Bartalsstovu skiftir til íslandska felagið ÍBV. Tað váttar umboðsmaðurin hjá honum, Hans Jacob á Líknargøtu í dag. Skiftið verður eftir øllum at døma kunngjørt seinni í dag.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu hevur í ár spælt við íslandska meistaraliðnum FH, men tað hevur gingið strilti við spælitíð. ÍBV endaði á áttinda plássi í ár, men ætlar at stasa meiri í ár.

 

Tað er fyrrverandi venjarin hjá HB, Kristján Guðmundsson, sum er venjari hjá ÍBV. Hann hevur umbiðið Kaj Leo í Bartalsstovu, sum hevur gjørt ein tvey ára sáttmála.

 

Nevnast kann, at Kaj Leo í Bartalsstovu ikki er fyrsti føroyingurin í felagnum. Síðst í 90 unum spældi Allan Mørkøre eisini við ÍBV.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her